Øssur við nýggjari solobass- og yrkingafløgu

Øssur Johannesen hevur gjørt eina nýggja tvífløgu, ið kallast: Vindurin blæsir ígjøgnum markið ímillum tey livandi, og tey deyðu.

 

Onnur fløga inniheldur solobass við egnum kompositiónum umframt egnar tulkingar av Beethoven, Led Zeppelin, Uriah Heep, Grieg, Mingus, Tjaikovsky, Paul McCartney og ein sálm.

 

Basstónleikurin er melodiøsur, tungur, villur, syrgiligur, við rót og íblástri frá blues hardrock og klassiskum tónleiki. Bassljóðið er myrkt, tungt, skiti og rátt við kanti í. Hin fløgan inniheldur yrkingar og upplestur Sum tittulin sipar til, er talan um m.a.Gud, Fanan, deyðan og tragiskar darpar lívsroyndir. Hetta er mest ambitiøsa tvífløgan Øssur hevur skapt higartil.

 

Hjalti Joensen, Rasmus Rasmussen tóku upp.