Støðan er púrasta greið

Kringvarpið fer ikki undir nøkrum umstøðum at hjálpa triðja parti at selja eina vøru, staðfestir Jógvan Jespersen

Sponsorat

Stendur tað til stjóran í Kringvarpinum, Jógvan Jespersen, fer Kringvarpið ikki undir nøkrum umstøðum at bakka í trætumálum, sum líkist tí millum Fótbóltssambandið og Kringvarpið.
Spurdur, hvussu tað ber til, at Útvarpið so konsekvent noktar at nýta heitini, sum ymsar kappingar hava fingið - ella selt seg til - staðfestir Jógvan Jespersen, at teirra støða er púra greið í hesum.
- Tað byrjaði, tá Hondbóltssambandið gjørdi avtalu um, at steypakappingin skuldi eita Coca-Cola kappingin. Tað var ein avtala, sum millum annað varð seld á ta konti, at Útvarpið í tíð og úrtíð skuldi nevna heitið á kappingini.
- Vit viðgjørdu tá spurningin innanhýsis, og síðani hevur okkara støða verið greið. Vit hava eina kringvarpslóg, sum staðfestir, at vit kunnu selja sponsorat til ymsar sendingar, men hon sigur so einki um, at ein triði partur skal sponsorat, treytað av at hesi verða marknaðarførd gjøgnum okkum, sigur stjórin.

Bakkar ikki
Tað er tó ein sannroynd, at Út- og Sjónvarp gjøgnum sáttmálan við ÍSF hava ein sera bíligan einkarætt til føroyskan ítrótt. Ein einkarræt, sum samstundis hevur forðað øðrum pørtum í at varpa frá ítróttarhendingum.
Men Jógvan Jespersen vil ikki vera við, at hetta skal tengjast saman við møguligum sponsoravtalum, sum ítrótturin ger.
- Tað er rætt, at vit keypa rættindi til ítróttarsendingar hampuliga bíliga, men hinvegin, so fær ítrótturin eisini nakað afturfyri. Vit nýta eina rúgvu av peningi upp á ítróttarsendingar, staðfestir kringvarpsstjórin.
- Og sum konkret dømi kann eg nevna, at vit høvdu ætlanir um at finna ein sponsor til fótbóltssendingina, sum vit hava hvønn sunnudag. Tað eydnaðist okkum tá ikki at finna nakran, sum vildi gjalda tað, sum vit hildu vøruna vera verda. Og her vildi tað ljóðað løgið, um vit søgu »Nú fara vit at senda beinleiðis frá Formula-deildini, og síðani nevnt navnið á stuðlinum fyri sendingina.«
Hinvegin vil hann ikki staðfesta, um ítróttarsendingar soleiðis eru nakað, sum geva stovninum hall. Og heldur ikki, hvørt tað ikki er ein partur av skyldini hjá stovninum at gera burtur úr føroyskum ítrótti.
Men stjórin leggur afturat, at hetta eisini skal síggjast saman við avtaluni, sum ÍSF hevur gjørt við Dansk Tipstjeneste.
- Tað hevur gjørt, at spæliinntøkurnar hjá okkum eru minkaðar munandi. Á tann hátt hevur ítrótturin longu tikið burtur av okkara fíggjarorku.
Vil tað siga, at tit soleiðis vilja siga takk fyri seinast við ítróttin?
- Nei. Als ikki. Men fallandi inntøkur er ein veruleiki, sum vit eisini mugu fyrihalda okkum til.

Bakka ikki
Men tað tykist púrasta greitt, at støðan hjá Útvarpinum ikki verður vikað í hesum málinum. Heldur ikki, hóast tað í løtuni er líkt til, at ein nýggjur sáttmáli við ÍSF ikki kemur at innihalda undirskriftina hjá FSF.
- Vit eru í løtuni í samráðingum við ÍSF um nýggjan sáttmála. Nú er sjálvandi feriutíð, men tað arbeiðið fer so aftur í gongd í heyst.
Men tann sáttmálin verður eftir øllum at døma uttan FSF. Ger tað ikki, at hesin verður minni verdur?
- Tað er so ein avgerð, sum liggur hjá FSF. Og verður tað støðan, so mugu vit fyrihalda okkum til hana til ta tíð.
Eisini um støðan verður tann, at frásagnir frá eitt nú fótbóltinum verður nakað, sum FSF kemur einsæris at selja?
- Tað kann eg ikki svara fyri í løtuni. Kemur tað hartil, so verður tað nakað, sum vit taka upp til ta tíð, staðfestir Jógvan Jespersen at enda.