Almenna kjakið um ferðavinnu vísir, at føroyingar hava stóran áhuga í hesi vinnu og hava eisini nógvar spurningar um hana: Hvørjir fyrimunir eru t.d. við ferðavinnu, og hví skulu Føroyar gera íløgur í ferðavinnuna?
Hvussu er støðan í før -oysku ferðavinnuni í dag, og hvussu kunnu vit finna eina gongda leið, har vit við ferðavinnuni í felag menna samfelagið?
Í sambandi við útvarpssendingina »Norðurlond í dag« í farna mánaða, har grønlendska ferðavinnan varð umrødd, reisi spurningurin seg, hvørt støðan í føroysku ferðavinnuni kann samanberast við støðuna í Grønlandi.
Fyri at lýsa hetta, bjóðar Ferðaráð Føroya til almennan fyrilestur, sum byrjar við, at Lise Lyck í stuttum greiðir frá bók síni »Tourismestrategi og -udvikling i Grønland« og samanber grønlendska og føroyska ferðavinnu.
Sum dømi um trupulleikar í grønlendsku ferðavinnuni kunnu nevnast a) ov høgt sett mál fyri tali av ferðafólki, b) vantandi ferðafólkahagtøl og ivasom hagtøl á gistingum, c) vantandi samanspæl millum almenna og privata ferðavinnu og d) trupulleikar við innanlands flutningi.
Hon fer eisini at greiða frá fyrimunum við ferðavinnu og svarar tá spurninginum: Hví skulu vit arbeiða við at menna ferðavinnuna?
Ætlanin er, at fundarfólkið síðani sigur sína hugsan, so vit fáa eitt breitt kjak.
Fyrilesturin er partur í arbeiðinum at gera eina nýggja, dagførda langtíðarætlan fyri føroyska ferðavinnu og hevur hann saman við trimum fyrireikandi vinnufundum til endamáls at lýsa støðuna í føroysku ferðavinnuni við at vísa á, hvat virkar væl, og hvat virkar sum forðing fyri víðari menning.