StÍF er steypamarran hjá VÍF

Síðani VÍF í 1999 seinast vann steypakappingina í manshondbólti móti júst StÍF í finaluni, hava teir á hvørjum ári verið noyddir til at boyggja seg fyri júst strandingum, sum mugu sigast at verða steypamarran hjá VÍF. Í dag ætla teir í VÍF at steðga hesi gongd.

Spenningurin er stórur undan steypafinaluni í manshondbólti, sum verður leikt í høllini á Hálsi í dag. Høllin verður uttan iva á tremur við spentum áskoðarum, og áskoðararnir hjá báðum liðum eru kendir fyri at verða mælskir, so karmarnir verða óivað av teimum bestu til at spæla steypafinalu. Tveir av leikarunum í finaluni, Áki G. Olsen hjá VÍF og Alexandur Johansen hjá StÍF, eru samdir um, at talan uttan iva verður um eina javna og spennandi finalu.

Svangir vestmenningar
Sum áðurnevnt hevur VÍF ikki vunnið steypakappingina hjá monnum síðani 1999, og tað er tí einki at siga til, at teir sigursvandu vestmenningarnir eru ógvuliga svangir eftir steypinum.
Áki G. Olsen er púra avgjørdur, tá ið vit spyrja hann, um tað ikki er í so langt síðani hjá einum felag sum VÍF.
? Tað er einki sum eitur. Vit skulu hava steypið við okkum aftur til Vestmanna, tí vit hava bíðað alt ov leingi eftir tí, sigur hann og leggur afturat, at tað er upp á tíðina, at teir vinna steypakappingina. Sjálvur var Áki við á liðnum hjá vestmenningum, sum seinast vann steypakappingina í 1999. - Tað eru seks ár síðani, og tað er alt ov nógv, heldur hann. Áki heldur, at hóast hagtølini tala til fyrimuns fyri strandingar, so hevur tað einki at siga, tá ið farið verður á vøllin.
Hóskvøldið vandu teir fyri seinastu ferð í Vestmanna, og allir mans sigast verða klárir til finaluna. Undantikin er tó sjálvsagt hin Áki, Áki Olsen, sum var so óheppin at bróta sær kjálkabeinið í seinnu hálvfinaluni móti Kyndli í Vestmanna í síðstu viku.
- Tað eru nakrir, ið hava okkurt smávegis at dragast við, men tað er ikki verri enn so, enn at teir verða lappaðir saman til finaluna, sigur Áki G. Olsen, sum sjálvur hevur ein skaða í nakkanum at dragast við. Hetta forðar honum tó ikki í at verða við móti strandingum.

Ivi um Artur
Á Strondum gjørdust tey heit um skallan eftir landskappingardystin móti KÍF farna sunnudag, tá ið ikki færri enn tríggir mans fingu onkran skaða. Tað vóru teir tríggir Bent Djurhuus, Sveinur Justinussen og Artur Johansen. Eftir seinastu venjingina hjá strandingum undan finaluni fingu vit orðið á ein av stuðulsleikarunum hjá StÍF, Alexandur Johansen, og hann kundi greiða frá, at bæði Bent og Sveinur høvdu verið við til síðstu venjingina. - Teir vóru tapaðir inn so frægt, at teir fingu verið við, sigur Alexandur, men hann leggur afturat, at Artur hevur ikki verið og vant í vikuni, og óvist er, um hann verður tøkur til finaluna.
Spurdur um spenningurin er stórur á Strondum undan finaluni, sigur Alexandur Johansen: - Ja, fólk eru øgiliga spent. Okkara leiklutur í landskappingini er útspældur, og vit hava í veruleikanum bert steypakappingina, ið kann bjarga okkum árið, sigur hann.
Sum áðurnevnt hevur StÍF staðið seg ómetaliga væl móti júst VÍF í steypakappingini seinnu árini, men tað heldur Alexandur Johansen ikki hevur nakað at siga í dag. - Tað er rætt, at vit hava staðið okkum sera væl móti teimum í steypakappingini, men hinvegin hava vit ikki havt serliga gott tak á teimum í ár, har vit hava tapt báðar dystirnar, sigur hann.

Ingi og Sveinur
Ofta verður sagt, at eitt lið hevur onkran leikara, sum kann hava avgerðandi leiklutin í einum dysti. Spurdur, um tað er nakar hjá VÍF, sum tað er serliga umráðandi hjá StÍF at byrgja upp fyri, sigur Alexandur Johansen. - Tað eru sjálvsagt menn sum Ingi Olsen og Sámal Joensen, ið eru serliga vandamiklir hjá teimum. Sámal hevur verið væl fyri í seinastuni, men eg haldi, at tað ræður um hjá okkum fyrst og fremst at taka Inga úr spælinum, tí hann eigur uppleggini til tey allarflestu málini hjá Sámali, sigur Alexandur Johansen.
Áki G. Olsen sigur, at um tað er nakar leikari hjá StÍF, sum er ein serlig hóttan fyri vestmenningar, so er tað Sveinur Justinussen. - Hann er so nógv tann skotsterkasti hjá teimum, og sleppur hann til skot, so skorar hann at kalla hvørja ferð. Tí ræður um hjá okkum at byrgja upp fyri honum. Megna vit tað, eru vit komnir langt, sigur Áki G. Olsen.
Hvørki Áki ella Alexandur vilja siga nakað serligt um taktiska uppleggið til finaluna, men báðir leggja teir dent á, at tær ræður fyrst og fremst um at fáa verjuna at koyra, tí so skal hitt nokk koma av sær sjálvum.
Alexandur leggur afturat, at tað eisini kemur at hava avgerandi týdning, hvussu málverjarnir standa seg. - Málverjarnir hava ómetaliga stóran týdning, og tað liðið, sum hevur besta málverjan í finaluni, hevur góðar møguleikar at vinna, sigur hann.
Spurdur hvat fer at avgerða finaluna, sigur Áki G. Olsen, at eftir hansara tykki verður tað umráðandi ikki at gera feilir. - Eg eri vísur í, at tað liðið, sum ger minst feilir, vinnur dystin, sigur Áki G. Olsen. Vestmenningurin heldur, at áskoðararnir í høllini á Hálsi og framman fyri sjónvarpinum kring landið kunnu vænta sær eina finalu, sum spæld í høgum tempo, og har tað verða nógv skjótálop at síggja, tí bæði liðini eru sterk á júst tí økinum.
Tá ið vit biða teir báðar koma við einari meting av, hvat dysturin fer at enda við, eru teir ójavnir á máli. - Eg vænti, at tað verður ein heilt, heilt javnur dystur, sum vit vinna kanska 24-23, sigur Alexandur Johansen. Áki G. Olsen væntar ein eitt lítið sindur málríkari dyst, sum vestmenningar vinna við tveimum málum, til dømis 30-28, men tað verður undir øllum umstøðum javnt, sigur hann.