StÍF slapp við skrekkinum

Kollfirðingar høvdu mest sum allan dystin leiðsluna, men seinastu løtuna slapp StÍF framum, og har vórðu teir verandi

Manshondbóltur

Tað gjørdist óvanliga spennandi, tá KIF mikukvølidið vitjaði á Skála.
Mett eftir stigatalvuni, so átti hetta ikki at verið annað enn ein avgreiðsluspurningur hjá StÍF, men teir máttu ásanna, at sigurin á ongan hátt kom av sær sjálvum.

Spenninguriní hásætinum
Kollfirðingar gjørdu nevnliga mótstøðu. Harða mótstøðu. Sum skilst, so var dysturin hvørki millum teir ferðmiklastu ella vakrastu, men spennandi var tað alla tíðina.
Frá fyrsta bríksli tóktist greitt, at hetta fór at gerast ein trupul uppgáva hjá StÍF. Hóast teir alt fyri eitt settu sær fyri at steðga Damir Oros, sum meira enn nakar er stóra skothóttanin hjá KÍF, so merkti hetta ikki, at kollfirðingar steðgaðu av teirri orsøk.
Tvørtur ímóti vóru fleiri av hinum, sum tóku yvir, og tá Oros so eisini kom ígongd í seinna hálvleiki, stóð nógv á.
Marian Cirloganescu í StÍF málinum fekk ikki framt allar bjargingarnar, sum hann er vanur við at gera, verjan riggaði ikki á sama hátt, sum hon vanliga ger, og yvirhøvur tóktust strandingarnir at hava sera ilt við at fylgja við. Flestu mundu bíða eftir, at veruliga rykkið kom, men hetta kom ikki.
Sum úrslitið sigur, so slapp oddaliðið tó við skrekkinum. Eftir at hava hálsað aftan á gestunum mest sum allan dystin, vunnu teir brádliga fýra mál á rað, og hetta skuldi vísa seg at gerast nóg mikið. Gaman í funnið kollfirðingar aftur á beint, men heilt upp á síðuna av vertunum komu teir ikki aftur.

Ein dyst í senn
Týdningarmesta læran hjá strandingum av dystinum mundi helst vera, at tað nú ræður um at taka ein dyst í senn. Síðani sigurin á VÍF í endaspælinum hevur annars staðið mest sum greitt, at avgerðin um FM fellur í seinasta dystinum í Vestmanna, men fram til tá eru tó nakrir dystir, sum eisini skulu vinnast.
Fokuseringin hjá áskoðarum og fjølmiðlum á seinasta umfarið hevur tó helst havt við sær, at leikararnir eisini ótilvitað eru farnir at hugsa um hetta. Nakað sum vestmenningar neyvan heldur kunnu siga seg ikki gera, eftir avrikið hjá teimum mikukvøldið.
Strandingar hava tó ráð at gera hálvt annað mistak á vegnum til Vestmanna, um bara tann dysturin verður vunnin, men hinvegin er einki at ivast í, at eitt tap á vegnum kann gerast ein dyggur smeitur sálarliga.
Tí man týdningarmesta uppgávan hjá venjaranum komandi vikurnar vera at greiða leikarunum frá, at einki kemur av sær sjálvum. Skala talan gerast um gulldyst í Vestmanna á seinasta leikdegi, eru aðrar treytir, sum mugu lúkast áðrenn. Nevnliga Tjaldur á útivølli og Neistin á heimavølli.

Dysturin í tølum
StÍF-KÍF 31-30 (16-16)
Málskjúttar:
StÍF: Artur Johansen 7, Andre Danielsen 7, Costin Dumitrescu 6, Alexandur Johansen 5(3), Sveinur Justinussen 5, Jón Rasmussen 1
KÍF: Damir Oros 13(3), Mirko Milenkovic 4, Petur Martin Poulsen 4, Regin Petersen 3, Rógvi Weihe 2, Vagnur Johannesen 2
Brotskøst: StÍF 3, KÍF 3
Útvísingar: StÍF 2, KÍF 2
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Ragnar Simonsen.