StÍF-Neistin 24-26 (16-12)
Hondbóltur
Tað vóru nakrir sera vónbrotnir strandingar, sum fóru úr høllin á Skála sunnudagin. Teirra lið hevði ført við fýra málum við steðgin, og StÍF økti eisini leiðsluna upp í seks mál í seinna hálvleiki. Hóast tað fór StÍF tómhent avstað aftur.
Neistin tók sær brádliga um reiggj í seinna hálvleiki og hálaði alt inn aftur eftir lítlari løtu. Eftir stóðu strandingar eitt sindur ovfarnir av neistamonnum, sum vunnu við tveimum málum, og teir eru avgjørt við í stríðnum um heiðursmerkini.
Við hesum sigrinum hava teir víst, at dugur er í teimum, og teir fara ikki at vera afturút sigldir í hesum kappingarárinum.
StÍF steðgaði upp
Seinastu tjúgu minuttirnar fekk StÍF bara eini tvey mál, og einki vildi ber til hjá teimum. Neistin var flúgvandi hesa løtuna.
- Vit hildu okkum hava vunnið dystin, tá vit førdu við seks málum, og so lítil tíð var eftir, sigur málverjin hjá StÍF, Jóhan Danielsen. StÍF var eisini væl betri í byrjanini og eitt petti inn í seinna hálvleik, men ein dystur er í 60 minuttir vísir Jóhan á, og spælast skal allatíðina.
Jóhan Danielsen heldur, at orsøkin til, at dysturin brádliga vendi, er, at teir mistu nógvar bóltar í uppspælinum, tá teir vóru á veg frameftir. Soleiðis fekk Neistin fleiri álop móti endanum, har teir vóru einsamallir við málverjanum.
Tað var sostatt ikki vánaligt verjuspæl, sum hevði við sær at StÍF dragnaði, men heldur vánaligt álopsspæl, heldur Jóhan Danielsen. Hann leggur afturat, at málverjin hjá Neistanum stóð ómetaliga væl móti endanum. Harafturat brendi heimaliðið eisini trý brotsspørk í dystinum.
StÍF enn størsta hóttanin
Í løtuni er VÍF í einum flokki fyri seg, men StÍF er framvegis tann størsta hóttanin hjá vestmenningum hóast tapið í dag. Okkurt bendir kanska á, at StÍF hevur mist stevið við hesum ósigrinum, tí slíkar leiðslur mugu ikki tveitast fyri borð, um teir skulu gera sær nakrar vónir um at koppa VÍF av trónuni.
- Vit trúgva avgjørt enn uppá, at vit kunnu vinna meistaraheitið. Tá vit vunnu FM seinast, vóru vit fleiri stig aftanfyri enn vit eru nú, so tað ber sjálvandi til. Kyndil hevur eisini víst í hesum leikumfarinum, at tað ber til at spæla upp við vestmenningar, sigur Jóhan Danielsen.
Tá komið er í helvt verður helvtin av stigunum tikin frá øllum liðunum, tískil verður leiðslan hjá VÍF ikki eins stór og hon er nú.
Neistin er framvegis á fimta plássi, men vandi var fyri, at um teir ikki vunnu í dag, høvdu teir verið eitt fitt petti aftanfyri tey fremstu liðini. Teir halda tó framvegis grannarnar úr Kyndli og H71 í stuttum tjóðri, og kunnu verða ein hóttan.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
StÍF: Jón Rasmussen 4, Artur Johansen 4(1), Marius Joensen 4, John Petersen 4(1), Leivur Justinussen 3, Costin Dumitrescu 3, Kristjan Petursson 2
Neistin: Jákup Sverri Kass 7(3), Jacob Jónsson 6, Ári Rouch 4, Ræni Slættanes 4, Áki Mørk 3(1), Regin Didriksen 1, Helgi Justinussn 1
Brotskøst: StÍF 5, Neistin 5
Útvísingar: StÍF 5, Neistin 5
Diskvalifikatión: Neistin 1 (3x2 minuttir)
Dómarar úr H71: Kristian M. Skála og Petur S. Dahl