Mentan
á Giljanesi:Næmingarnir í Miðvágs- Sandavágs Skúla savnaðaðust fríggjamorgunin í fimleikarhøllini í skúlanum á Giljanesi at kvøða Leivskvæðið, sum tey hava havt fyri í føroyskum í vetur.
Hetta er afturvendandi tiltak, at næmingarnir soleiðis savnast at kvøða eitt føroyskt kvøði, tey hava lært. Í fjør var tað Seyðamaðurin á Sondum, sum mestsum hoyrir við til barnalærdómin í Vágum.
Gamalt er, at dansitíðin endar á føstulávint. Í føstu verður ikki farið upp á gólv. Tó er ikki óvanligt at dansa føroyskan dans í privatum veitslum so sum brúdleypi, hóast tað er í føstu.
Á Giljanesi tóku tey saman og dansaðu Leivskvæðið, sum tey hava lært í vetur. Tað var ein av lærarunum, Hervør Jørgensen, sum skipaði. Nógvir av lærarunum vóru uppií, og eisini okkurt foreldur var komið inn á skúlan at luttaka í dansinum hendan fríggjamorgunin undan føstuinngangi.