St. Ola slapp ikki frá bryggju í Havn

St. Ola fór ikki til Suðuroyar fyrrenn klokkan 3 fríggjanáttina

Suðuroyarsiglingin

Tað hevur ikki gingið heilt sum ætlað við St Ola, skipinum sum skuldi avloysa Smyril í suðuroyarsiglingini.
Beinanvegin hon kom í sigling, fór bógskrúvan og tað hevur tarnað skipinum eitt sindur. Ikki minst tarnaði tað skipinum, tá ið tað skuldi av Havnini hóskvøldið klokkan 21.
Tá var so nógvur vindur, at við ongari bógskrúvu var ikki hugsingur um at sleppa frá bryggju í Havn.
Tískil loysti St. Ola ikki frá bryggju í Havn, fyrrenn klokkan trý fríggjanáttina og so sigldi hon norður aftur í gjáramorgun.
Magnus Magnussen sigur, at arbeitt verður uppá at umvæla brekið við bógskrúvuni og hann væntar at tað verður ílagi aftur mánakvøldið.
Annars hevur ferjan roynst væl. Tað er gott pláss umborð og hon ber seg væl í sjónum.