Stór borðtennis kapping í Eysturskúlanum

Borðtennis: 200 leikarar í øllum aldri vóru við á opnu borðtenniskappingini, sum Borðtennissambandið skipaði fyri í Eysturskúlanum um vikuskiftið

Jonhard Hammer


Um vikuskiftið skipaði borðtennissambandið fyri einari opnari kapping í Eysturskúlanum. Umleið 200 luttakarar vóru við í kappingini, og hetta var ein sera spennandi kapping, sum gekk væl og var sera væl fyriskipað. Borðtennissambandið hevði fingið nógv fólk at hjálpa ti,l so at kappingin skuldi ganga so væl sum gjørligt.

Kappast var í ein- og tvímansleiki, men hesaferð var eisini blandaður tví-mansleikur royndur í øllum aldursbólkum. Hetta eydnaðist sera væl, og hetta fer møguliga at verða eitt afturvendandi tiltak, sigur Vilmund Jacobsen formaður í kappingarnevndini hjá Borðtennissambandinum.


Birgir tann

besti í Føroyum

Tað hevur ikki verið nógv útskifting innan fyri toppin í føroyskum borðtennis. Tað eru teir somu, sum hava myndað toppin í føroyskum borðtennis seinastu árini. Birgir Carlsson, sum spælir við felagnum Tór, vann kappingina í Meistaradeildini. Hann vann í finaluni ímóti dananum Martin Ansbjørn, sum sostatt bleiv nr. 2. Petur Niclasen, sum kanska var favorittur at vinna kappingina, spældi ikki væl henda dagin. Hann gjørdist tó nummar trý. Tað gekk betur hjá Peturi í tvímansleiki, sum hann leikti saman við tvøramanninum Fríða Jensen. Teir vunnu í finaluni ímóti Martin Ansbjørn og Bergi Jacobsen báðir úr felagnum Tór.


Fyrireika seg til Oyggjaleikirnir á Gotlandi

Borðtennissambandið er farið undir at fyrireika seg til oyggjaleikirnar, sum verða á Gotlandi í summar. Í dag verður avgjørt, hvør skal venja føroyska landsliðið. Síðani verður ein venjingarskrá løgd til farið verður avstað til Gotlands.


Sterkt landslið

Vilmund Jacobsen væntar, at vit í ár fara at fáa eitt sterkt landslið. Kjartan Eli sum leikar í Danmark fekk sera góð úrslit á seinastu oyggjaleikum, og hann er eisini sera væl fyri í ár. Eisini føroyameistarni seinastu tvey árini, Jákup Hansen úr Streymi spælir borðtennis í Danmark. Hann spælir í Esbjerg og satsar at sleppa á landsliðið. Tað verður spennandi, hvussu tað føroyska landsliðið fer at síggja út.