Stór lutaseðlasøla

? ? ?

Eins og undanfarin ár sendir Amnesty International Føroya deild aftur í ár lutaseðlar út í hvørt hús í landinum. Hetta er eftirhondini vorðin fastur táttur, og nógv eru tey, ið velja at spæla við, og harvið stuðla arbeiðinum fyri mannarættindum.


Út at ferðast

Høvuðsvinningurin er ein ferð fyri 15.000 kr. Fyri tílíka upphædd hevur tú eina ørgrynnu av møguleikum, so droymir tú um at gera eina rættuliga dreymaferð, so er at royna eydnuna og spæla við.


Olja fløvar eisini

Men tað eru ikki bert dreymaferðir, ið fløva. Olja fløvar jú eisini, og annar og triði vinningur eru 1.000 litrar av olju frá Shell og Statoil.

Umframt Flogfelag Føroya, Shell og Statoil hava teir fýra føroysku peningastovnarnir, Føroya Banki, Norðoya Sparikassi, Føroya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi, eisini stuðla tiltakinum.

Lutaseðlarnir eru sum nevnt sendir í hvørt hús í Føroyum, og eru eisini at fáa á posthúsunum. Á hvørjum seðli eru 5 nummur, og hvørt nummar kostar 20 kr. Sostatt kostar ein heilur seðil 100 krónur. Drigið verður altjóða mannarættindadagin 10. desember.


Áheitan

Amnesty International Føroya Deild heitir við hesum á allar føroyingar um at stuðla arbeiðinum, mannarættindum at frama, við at senda lutaseðil inn. Vónandi fær tiltakið góða undirtøku.