Tey, sum høvdu ætlað sær tíðliga á føtur í morgun at hyggja, tá ið størsta flogfar, sum nakrantíð hevur verið Føroyum, skuldi seta seg í Vágum, kunnu bara sova leingi í morgin.
Flogfarið, sum er ein Airbus 321, kemur nevniliga ikki í morgin, sum ætlað.
Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, sigur, at ístaðin kemur flogfarið mikumorgunin. Hann sigur, at sum tað nú sær út, verður tað umleið klokkan 8.45 mikumorgunin, at tað setir seg. Men stjórin ger vart við, at tíðin er bara vegleiðandi.
Hetta er, sum sagt, størsta flogfar, sum hevur sett seg í Vágum. Men tað er eisini at kalla tað einasta, flogvallarstjórin vil siga um flogfarið.
Tískil vil hann ikki siga, hvaðani tað kemur, hvør eigur tað, og hvat ørindini eru. Í hesum sambandi er mannagongdin greið, og hon er tann, at vit avgreiða flogførini, og so má tann, sum eigur tað, siga tað, sum annars skal upplýsast, sigur hann.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Jákup Sverra Kass greiða frá vitjanini, og flogfarinum.