Fíggjarkreppan ger, at tann stóra Stóratjørn-verkætlanin er útsett Stóratjørn er ein føroysk verkætlan, og fíggjarkreppan í Íslandi hevur onga ávirkan á hana, hóast íleggjarin býr har, tí Jákup á Dul Jacobsen hevur virksemi í nógvum londum.
-Men tað er púra greitt, at tað er vónleyst at fáa fígging til Stórutjørn nú, sigur stjórin, Bárður Nielsen, við útvarpið hjá Kringvarpinum. Hann ásannar, at Stóratjørn framvegis er ein verkætlan, men at hon verður enn eina ferð útsett.
Bárður Nielsen torir ikki at koma við nøkrum boði uppá, nær farast kann undir byggingina. Men støðan í Íslandi, har sum íleggjarin í Stórutjørn, Jákup á Dul Jacobsen, býr, hevur ikki ávirkað verkætlanin, sigur Bárður Nielsen við Kringvarpið.