Stórfingið show í Mentanarhúsinum

Magni Christiansen lovar eitt stórfingið show við hópin av tónleikarum og sangarum á pallinum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði nú sunnukvøldið

Fuglafjørður:
- Tað verður okkurt fyri øll og bæði fyri oyruni og eyguni, lovar Magni Christiansen, sum fer á pallin í Mentanarhúsinum komandi sunnukvøld saman við 11 øðrum tónleikarum og sangarum. Tað er Fuglafjarðar Svimjifelag, sum skipar fyri Country og Gospel kvøldinum, og Magni avdúkar, at áhoyrarnir eisini sleppa at hoyra nøkur av okkara gomlu, vøkru jólaløgum í nýggjum country búna.

Betri enn nakrantíð
Konsertin við Magna og øllum hinum verður ein blandingur av nýggjum og gomlum country- og gospel løgum. Ì besta Country og Western stíli og ektaðum Cowboyhatti setur Magni nøsina upp ímóti at hava sína bestu framførslu higartil.
- Tað geri eg altíð. Eg elski at undirhalda og gangi høgt upp í, at bæði eg og hini á pallinum upptraðka á einum høgum støði. Og hjá mær er endamálið við eini konsert altíð, at hon skal vera betri enn tann seinasta, sigur Magni. Løgini, áhoyrarnir kunnu gleða seg til, fara at swinga líka frá Buck Owens til Shakin Stevens við steelgittara, violin og øllum, sum hartil hoyrir. Sum eitt eyka krydd verða eisini ein røð av gospel løgum at hoyra, umframt at Magni fer at syngja eina nýggja duett, sum hann ikki vil avdúka meir um júst nú.

Uppfrískaðir jólasálmar
Seinni í hesum mánaðinum gevur Magni eina nýggja fløgu út við nøkrum av okkara gomlu jólaløgum. Tað sermerkta við útgávuni er, at Magni hevur klætt kendu sálmarnar í ein lættan country búna, sum fellir væl í oyrað og eisini ger tær væl egnaðar at framføra á palli og fáa fólk í rætta jóla- og konserthýri.
- Hendan jólafløgan er ein gamal dreymur hjá mær, og tað hevur verið ótrúliga spennandi at finna hesar sálmarnar fram aftur og fríska teir eitt sindur upp. So eg hopi, at fløgan kann vera við til at hesi sangirnir verða oftari at hoyra, tí tað er stutt sagt synd, at hesin vakri boðskapur liggur goymdur burtur í onkrari sálmabók, sigur Magni, sum nú fyrstu ferð sjálvur fer at framføra nakrar av sangunum sunnukvøldið í Mentanarhúsinum