Stúrir fyri framtíðini hjá kommunum

Landsstýrið spælir jólamaður við pengunum hjá kommununum

 

Tað er ein vandi fyri, at um nøkur fá ár verða kommunurnar í roynd og veru avtiknar.

Tað heldur Terje B. Vestergaard, býráðslimur í Runarvík, har hann eisini er varaborgarstjóri.

Í hesum døgum viðger Løgtingið uppskot frá samgonguni um skattalættar, sum fer at kosta kommununum 34 milliónir krónur í mistum inntøkum.

Tað er skattalætti til lærlingar og til pensjónistar, sum hava hesar avleiðingar fyri kommunurnar.

Og nú tað nærkast jólum, heldur hann, at hetta fær hann at hugsa um, at landsstýrið er farið at spæla jólamann við pengunum hjá kommunum.

Terje B. Vestergaard hevur tikið sæti á Løgtingið Sjálvstýrisflokkin og hann vísir á, at fyri nøkrum árum síðani varð eldraøkið lagt undir kommunurnar og tað hevur eisini kostað nøkrum kommunum dýrt.

Og hann heldur, at skal hendan mannagongdin vara við, fara kommunurnar at missa tað kommunala sjálvræðið, soleiðis at tær um nøkur fá ár ikki vera annað enn ein eyka umsiting hjá Landinum.

Tí vónar hann, at støðan fer at broytast, soleiðis, at landsstýrið ikki áhaldandi samtykkir lógir, sum føra stórar útreiðslur við sær fyri kommunurnar.

Hann heldur ikki, at kommunurnar eru bangnar fyri at átaka sær sín part, men tað er stórur munur á um landsstýrið samtykkir lógir í samráð við kommunurnar, ella um landsstýrið tvingar lógir niður fyri kommunurnar.

Verja vit ikki kommunala sjálvstýri og fáa kommunurnar enn fleiri rokningar, er vandi fyri, at tær ikki longur eru mentar at veita pensjónistum, og øðrum borgarum grundleggjandi tænastur.

 

Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, sigur, at kommunurnar eiga ikki at stúra, tí samgongan tekur málið upp um fíggjarligu viðurskiftini ímillum Landið og kommunurnar.