Jógvan Sundsein, fyrraverandi løgmaður
----
Uppskot er lagt fyri tingið um ávísar broytingar í galdandi stýrisskipanarlóg. Galdandi lógin er skjótt 20 ára gomul, so í sjálvum sær er hetta ikki serliga løgið. Men áhugavert kundi kortini verið at hugt eitt sindur at teim umstøðum, sum politiska skipanin arbeiðir undir, eisini sæð í mun til samanspælið millum veljarnar (fólkaræðið) og lóggevandi og útinnandi valdið (løgting og landsstýri).
Erlendur Patursson plagdi ofta í sínum røðum at taka til, at karmarnir um stýringina av føroyska samfelagnum bert góvu okkum loyvi til “at spæla fólk í húsi”. Hann meinti við, at vit vóru ósjálvstøðugt land, og tí bert kundu stýra undir teim treytum, ið aðrir settu okkum. Hetta hevðï hann rætt í, og tíverri eru viðurskiftini soleiðis enn.
Ein føroysk grundlóg
Fyri nøkrum (fleiri) árum síðani varð farið undir at tilevna eina føroyska grundlóg. Arbeitt varð seriøst við hesum, og rættiliga nógv kom burturúr. Men so kom stígur í, tí ein niðurstøða varð gjørd um, at danska grundlógin, sum ongatíð er samtykt av Føroya fólki, forðaði fyri hesum. Tíbetur helt arbeiðið kortini ikki uppat, men helt fram, og skuldi barnið nú eita stjórnarskipanarlóg.
Ein føroysk stjórnarskipanarlóg
Arbeitt var í fleiri ár við hesi lóggávu, og luttóku bæði serkøn fólk og politisk umboð í arbeiðinum. Endaliga málið við slíkum arbeiði er sjálvandi at fá eina grundleggjandi stjórnarlóggávu fyri einar frælsar Føroyar. Arbeitt var kortini undir teim núgaldandi stjórnarligu umstøðunum og ásannan um, at spurningurin um fullveldi mátti avgreiðast fyri seg. Men nýggja stjórnarskipanarlógin skuldi vera so fullfíggjað, at hon kundi vera lógargrundarlagið bæði undir núverandi og eini komandi broyttari ríkisrættarligari støðu.
Stjórnarskipanarnevndin gjørdi eit gott arbeiði og úrslitið er eitt (fleiri) uppskot, sum fyri ein stóran part semja er um millum bæði serfrøðingar og politiskar luttakarar í nevndararbeiðinum. Tað, sum írestar, er at seta seg saman aftur politiskt og “fínpussað” tilfarið. Síðani at fáa tað lagt fyri tingið í hesum valskeiðinum, sent tað út til fólkaatkvøðu, og síðani endaliga samtykt av einum nýggjum tingi í 2016. Um hetta verður gjørt hevði tað havt við sær eina týðandi og avgerandi menning av føroyska samfelagnum. Løgtingsval verður ikki aftur fyrrenn um hálvtannað ár, so enn er tíð at fáa avgreitt hetta stórmál.Vónandi kann Løgtingsins rættarnevnd semjast um at koma við einum uppskoti um eina slíka avgreiðslu.
Stýrisskipanarlógin
Í 1994 fingu vit nýggja stýrisskipanarlóg. Hon er evnað til innan karmarnar av heimastýrislógini, men var kortini ein bati í mun til áður galdandi skipan. Fyri at blíva í myndatalu Erlends sála, so batnaðu møguleikarnir “at spæla fólk í húsi” nakað. Vit hava hóast alt lóggávuting og útinnandi stjórnarvald í ávísan mun. Vit hava eitt fungerandi fólkaræði, demokrati, sum kann samanberast við skipanirnar í grannalondum okkara. Demokratiska skipan okkara er representativ, umboðandi, tað vil siga, at fólkið velur tey umboð, sum skulu takað politisku avgerðirnar. Hesi umboð sita í (hægst) 4 ár. So fer fram val av nýggjum. Hetta er sama skipan, sum hini norðurlondini hava, eg haldi eisini, at øll hava 4 ára valskeið. Onnur lond hava onnur valskeið, til dømis hevur Bretland 5 ára valskeið. Vit, og hini londini, hava eisini parlamentarismu. Tað vil siga, at politiskar avgerðir verða tiknar av einum meiriluta. Hetta geldur eisini stjórnarsamansetingar. Polisku valdu umboðini á tingi hava annars øll sama rætt til framløgu av uppskotum, talurætt og atkvøðurætt, tað vil siga at føra fram síni sjónarmið.
Vanligt er í teim londum vit samanbera okkum við, at tvær grundreglur eru fyri umboðanina á tingi. Onnur er uppbýti í politiskar flokkar, og hin er, umboðanin frá landspørtum. Á hendan hátt verður fólkaræðið tryggjað, í øllum førum í ávísan mun. Her hava Føroyar verið út fyri afturstigi av tí, at landspartaumboðanin er avtikin.
Í staðin fyri at koma við uppskoti um uppafturtøku av arbeiðinum við stjórnarskipanarlógini er Tjóðveldi komið við uppskotum um broytingar í verandi stýriskipanarlógini. Uppskotini fevna um:
1. Møguleika fyri fólkaatkvøðu um samtyktar lógir
2. Val av løgmanni og nýskipan av landsstýri eftir hvørt val
3. Møguleika fyri nevndarhoyringar
4. Alment innlit
Av hesum er tað serliga punktini 1 og 2, sum hava breiðan áhuga.
Møguleikin fyri fólkaatkvøðu
Uppskotið snýr seg um eina sokallaða minnilutaverju. Hugburðurin aftanfyri er, at tá ein meiriluti tinginum hevur samtykt eina lóg skal ein nóg stórur minniluti uppá ein triðing av tinglimunum (t.v.s. minst 11) kunna krevja lógina lagda út til fólkaatkvøðu. Tað vil siga, at um fólkaatkvøðan gongur ímóti lógini, verður hon ógildað. Myndugleikin hjá Løgtinginum at lóggeva verður sostatt í ávísan mun skerdur. Hetta ljóðar í fyrsta umfari sera positivt. Hetta er eitt herðaklapp til tað beinleiðis fólkaræði, har tað umboðandi demokratiið verður skúgva til viks. Men hvussu fer hendan skipanin at virka í praksis. Vit kunnu bert gita. Vit kunnu taka teir uttastu møguleikarnar. Øðrumegin er tann møguleikin, at skipanin ongantíð verður brúkt. Minnilutin setur ongatíð fram uppskot um fólkaakvøðu. Í sofall henda ongar broytingar. Hinvegin kann eisini vera, at minnilutar uppá minst 11 í heilum krevja fólkaatkvøðu um øll møgulig lógaruppskot. Undir slíkum umstøðum endar fólkaatkvøðu skipanin við at blíva til politiskt fótatraðk. Hetta hendir tó neyvan. Tí longu í fyriliggjandi lógaruppskoti er hædd tikin fyri, at mest áhugaverdu lógirnar ikki kunnu leggjast út til fólkaatkvøðu. Eftir uppskotinum kunnu lógir, sum hava við peningaveitingar, fíggjarlig viðurskifti, skattaviðurskifti o.l. ikki fara til fólkaatkvøðu. So er lítið eftir av aktuellum málum.
Burtursæð frá Sveis, sum hevur ein heilt serligan fólkaatkvøðukultur, so er mær vitandi ikki nakað annað land, sum vit samanbera okkum við, sum hevur nakra útbygda skipan við fólkaatkvøðum, og serliga ikki við minnilutaverju. Tað er so gott sum altíð tað umboðandi demokratiið og parlamentrisman, sum verða nýtt. Onkur hevur nevnt Danmark sum dømi við grundlógarásettum møguleika fyri fólkaatkvøðu, sum kann krevjast av einum triðingi(60) av fólkatingslimunum. Tað er rætt, at danir fingu hesa áseting í 1953, tað vil siga fyri 61 árum síðani. Men hon er brúkt eina ferð, og tað var í 1963. Síðani tá hava danir ikki hættað sær undir slíkt aftur. Danir hava havt aðrar fólkatkvøður, men tað hevur mest verið í samband við ES spurningar, valrættaraldur o.l.
Mín niðurstøða er tí, latið okkum hald okkum langt burtur frá opportuniskum fólkaatkvøðum, og bert hava slíkar atkvøður tá nakað veruligt er á skránni, sum til dømis ein nýggj stjórnarskipanarlóg fyri ikki at tala um, tá føroyska fullveldið skal skipast.
Hitt uppskotið um, at 4500 borgarar kunnu senda eitt lógaruppskot til løgtingið, sum so skal samtykkja tað ella senda tað víðari til fólkaatkvøðu, fyrikemur mær so veruleikafjart, at eg rokni tað ikki fyri at hava nakran møgueika. Men hvør veit í hesum face book tíðum?
Val av løgmanni og skipan av landsstýri
Áður var tað soleiðis, at løgmaður skuldi veljast aftaná hvørt val. Hetta broyttist í 1994 til, at løgmaður kundi verða sitandi við fullum heimildum, um hann ikki fekk meiriluta ímóti sær. Nú hevur Tjóðveldi uppskot um, at løgmaður fer frá aftaná hvørt val. Hetta haldi eg vera eitt rímuligt uppskot. Eitt løgtingsval hevur við sær eina nýggja samanseting av tingfólki og –flokkum. Virkandi tingformaður fær sum uppgávu at taka ímóti flokksformonnunum í nýggja tinginum og hoyra teirra uppskot um, hvønn teir skjóta upp sum løgmann ella samráðingarleiðara. Tingformaðurin metir so um, hvør hevur størstu undirtøkuna og biður viðkomandi royna at skipa stjórn. Hetta kann endurtaka seg, men tingformaðurin hevur ábyrgdina sum millummaður til nýggjur løgmaður er valdur og landsstýri skipa.
Málið um nevndarhoyringar haldi eg hoyrir heima í tingskipanini heldur enn í stýriskipanarlógini.