Størri parturin av smittaum eru nú uttan fyri Kina

Tað eru í nátt skrásett fleiri smittað við coronavirus uttan fyri Kina enn innan fyri kinesiska landamarkið. Tað skrivar CNN.

Í Kina, har virusið breyt út í desember, eru skrásett fleiri enn 80.000 smittað. Harvið er Kina landið, har flestu fólk eru smittað higartil.

Men talið av smittutilburðum kring heimin er hækkað nógv seinastu dagarnar – og uttan fyri Kina eru nú yvir 88.000 smittað. Tað vísir uppgerð frá Johns Hopkins University.

Her kann leggjast afturat, at av teium 169.000 smittaðu fólkum kring heimin eru fleiri enn 77.000 sum eru vorðin frísk aftur.