Vøksturin sum hevur verið í ferðavinnuni seinastu árini merkist eisini á føroyska vegakervinum. Har tað áður var so, at ferðslan á føroyskum vegunum var nakað minni um summarið, so er tað øvugta nú galdandi.
- Áður hevur tað verið so, at ferðslan á landsvegunum hevur verið nakað minni um summarið enn restina av árinum. Men nú síggja vit, at trýstið er størri á vegakervið um summarið enn restina av árinum, sigur Armgarð Steinhólm, leiðari á deildini fyri infrakervið á Landsverki, í samrøðu við Vinnuna, ið er Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum, og sum fylgdi við Vikuskitis-Sosialinum hesaferð.
Deildarleiðarin vísir tó á, at útlendsk ferðafólk ikki eiga vøksturin einsamøll, men at ein partur av vøkstrinum stavar ivaleyst frá føroyingum, ið eru farin at ferðast meira í egnum landi.
Vøksturin sæst millum eisini aftur á Saksunarvegnum, har mátingar hjá Landsverk vísa ein stóran vøkstur frá januar til juli. Hagtølini staðfesta nevniliga, at 650 prosent fleiri bilar koyra á Saksunarvegnum í juli mánaði enn januar mánaði.
Til ber at lesa alla samrøðuna í Vinnuni, ið fylgir við Vikuskiftis-Sosialinum hesaferð. Til ber at keypa Sosialin í sølubúðum kring landið.