Manshondbóltur
Hoyvíkingar gjørdu veruliga um seg í seinasta dystinum í hesum kappingarárinum.
Ikki tí, fyrra hálvleik móti Tjaldri var ikki nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um stórsigur. Í øllum førum ikki til H71, tí tað vóru heimamenninir, sum vóru omaná.
Tjaldur hevur tó fleiri ferðir prógvað, at orkan er ikki til at spæla heilar dystir, og uttan skiftisleikarar at taka av, sigur tað seg sjálvt, at uppgávan gjørdist alt tyngri, sum dysturin leið.
Og hoyvíkingar tóku av. Teir byrjaðu seinna hálvleik við at skjóta sjey mál á rað, og so var stílurin lagdur. Tjaldur royndi so dánt at fylgja við, men stórt sæð var tað bert Dragisa, sum megnaði at gera nakað sum helst, og tó aty hann aftur hesa ferð varð toppskjútti hjá liðnum, so er tað ikki nóg mikið við einum stórskjútta í hondbólti. Ikki minst verjuparturin hjá Tjaldri hevur riggað illa í ár, og er hetta ivaleyst størta einstaka orsøkin til, at endastøðan ikki er betur.
Hóast sessin niðarliga á stigatalvuni, so mundi árið hjá hoyvíkingum ikki teljast millum tey ringastu. Undan árinum varð denturin fyrst og fremst lagdur á, at nú skuldu ungu leikararnir í felagnum fáa møguleikan, og tað hava teir fingið. Og fyri fleiri av hesum er galdandi, at teir hava ment seg heilt nógv í, soleiðis at hetta veruliga kann vísa seg at vera ein skilagóð íløga, sum felagið gjørdi í ár.
Dysturin í tølum
Tjaldur-H71 25-38 (17-13)
Málskjúttar:
Tjaldur: Dragisa Stojovic 10, Tórhalldur Thomsen 7(5), Zoran Sarcevic 5, Dejan Lacok 1, Tórður Thomsen 1, Ragnar Olsen 1
H71: Johnny Durhuus 12(1), Niels Viggo Niclasen 8, Olaf Vestergaard 5, Hans J. Jacobsen 4, Kristian Eli Zachariasen 4, Esbern Patursson 2, Rúni Djurhuus 1, Uni Wardum 1, Halgir D. Olesen 1
Brotskøst: Tjaldur 2, H71 1
Útvísingar: H71 5
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen.