Stórsmuglari tikin

Løgreglan í Panama tók í vikuskiftinum Arcangel de Jesus Henao Montoya, sum gongur undir navninum "Kokain-kongurin".

Henao Montoya er ættaður úr Kolombia og verður hildin at vera varaleiðari í tí næststørsta smuglarafelagsskapinum har. Bróður hansara, Orlando, varð hildin at vera leiðari í hesum felagsskapinum, men í 1997 valdi hann at geva seg yvir til myndugleikarnar. Hann varð settur í fongsul, men varð myrdur í fongslinum árið eftir. Aftan á morðið gjørdist Henao Montoya tann sterki maðurin í felagsskapinum, og fleiri lond, teirra millum USA, hava kravt at fáa hann útflýggjaðan, bleiv hann tikin.

Nú løgreglan í Panama hevur tikið Henao Montoya, hevur hon tann trupulleika, at hon veit ikki, hvat hon skal gera við hann. Men tað verður helst Kolombia ella USA, sum fær hann.