Størsta kreppan er í landskassanum.

-Politiska skipanin hevur ikki hug at gera nakað við, at størsta kreppan í Føroyum er í landskassanum. Tað sigur Vinnuhúsið. Sagt verður, at um hugt verður eftir landsbúskapinum sæst, at útreiðsluvøksturin, sum hevur verið í almenna rakstrinum seinastu árini, er ógvusligur. Á búskapargongdini og útreiðsluvøkstrinum sæst, at útreiðsluvøksturin at kalla hevur fylgt vøkstrinum í búskapinum. Nú búskaparvøksturin er steðgaður, sæst holið ella eitt hall á fíggjarlógini, sum liggur um 1. mia um árið.

-Orsøkin er einføld. Útreiðsluvøksturin er fíggjaður av variablum inntøkum, so sum mvg-inntøkum, og tá hesar falla, sum avleiðing av minkandi virksemi í landinum, ja so er sjón fyri søgn, skrivar Vinnuhúsið.

Sagt verður, at í londunum kring okkum verður fokusera uppá at skipa soleiðis fyri, at vinnulívið verður stimbrað. Har verður mett, at hetta er einasti máti at skapa øktar inntøkur til landsbúskapin uppá longri sikt ? við øktum virksemi í einum kappingarførum vinnulívi.

-Opna kríggið um, hvørjar íløgur skulu gerast, er ein avleiðingsmanøvra. Ein avleiðingsmanøvra fyri at sleppa undan at fyrihalda seg til veruliga trupulleikan, sum er kreppan í landskassanum, skrivar Vinnuhúsið og heldur fram:

-Í Føroyum sær tað út til, at landsins politikarar ætla at økja um inntøkur landskassans við at økja um gjøld á vinnuna. Hetta fyri at sleppa undan at taka ópopulerar avgerðir, sum eru at minka almennu útreiðslurnar. Tað er hetta vinnupolitikkurin verður offraður fyri, skrivar Vinnuhúsið millum annað á heimasíðini.