Størsti dagurin í Europa Cup søguni hjá KÍ

(FM1) Hoyr Jákup Ósá frá bolt.fo og nordlysid.fo lýsa sigurin hjá KÍ ímóti Birkirkara

- Hetta er størsti dagurin í Europa Cup søguni hjá KÍ, so avgjørdur er Jákup Ósá frá bolt.fo og nordlysid.fo.

 

Jákup Ósá heldur, at tað var stórt tá Olgar Danielsen skoraði fyrsta málið hjá føroyskum liði í Evropa, og tá Olgar skoraði fyrsta føroyska hattrickið, og KÍ vann heimadystin á Maccabi Haifa, men Jákup er ikki í iva, at tá KÍ kemur víðari í Europa League, so er tað størsti dagurin hjá KÍ í evropeisku søgu felagsins.

 

Jákup Ósá hevur granska avrikini hjá komandi mótstøðuliðnum hjá KÍ, Zalgiris úr Litava. Greitt er, at mótstøðan verður sterkari enn ímóti Birkirkara, men Jákup Ósá heldur ikki, at litaviska liðið hevur eina ræðandi styrki, og tí hevur KÍ møguleikar í komandi umfarinum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jákup Ósá aftaná dystin ímóti Birkirkara. 

 

Frásøgnin hjá Tróndi Arge av málunum í dystinum millum KÍ og Birkirkara, og viðmerkingarnar hjá André Olsen hoyrast HER

 

 

Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen hoyrist HER

 

Samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Ólav Niclasen og Kristian Joensen hjá KÍ hoyrast HER

 

Samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við formannin í KÍ, Tummas Lervig og við stadionspeakarin hjá KÍ, Kristian Joensen hoyrast HER