Størsti vandi at ferðast fríggjadagar

Flestu óhappini í ferðsluni henda seinasta arbeiðsdagin í vikuni, vísa tøl frá danska Vejdirektoratet

Danmark: Um tú ferðast í bili tínum í dag - fríggjadag - so ansa væl eftir vegnum og hinum bilunum í ferðsluni.

Vandin fyri at eitt óhapp hendir á vegnum er størri fríggjadagar, enn hinar yrkadagarnar í vikuni. Hetta vísa tøl frá Vejdirektoratet fyri árið 2008, og sum tíðindastovan Newspaq hevur almannakunngjørt.

Í miðal hendu 2.773 óhapp á donsku vegunum í 2008, meðan talið var heilt uppi á 3301 óhapp í miðal fríggjadagar - tað er: 528 óhapp fleiri henda dagin.

- Orsøkin til høga talið av ferðsluvanlukkum henda seinasta yrkadagin í vikuni, er at finna í broyttu koyringini á vegunum!

Tað heldur í øllum førum Jytte Ørum Nørup, skrivstovuleiðari í Østjyllands Færdselssikkerhedsudvalg.


Sunnudagstúrur

- Fríggjadagsferðslan hevur ikki somu regluligu rútmu sum gerandisdagar. Summi fara tíðliga í vikuskifti, summi vilja skjótt heim til hús, og onnur halda, at tað eru ikki so nógv onnur á vegunum, tí hini kanska longu eru farin í vikuskifti, sigur Jytte Ørum Nørup við Newapaq.

Umframt hetta eru eisini onnur ferðandi á vegunum, enn ein vanligan mánadag ella týsdag.

- Fríggjadagur er eisini ein dagur, har mong fara í vikuskifti, og nógvir av hesum bilførarunum koyra ikki dagliga, slær hon fast.

Í Ráðnum fyri Ferðslutrygd í Danmark er ein sannførdur um, at nøkur av hesum óhappunum kunnu síggjast aftur í blóðinum á teimum ferðandi.

- Eitt annað boð uppá høga talið av óhappum, er koyringin hjá teimum ungu, sum verður blandað saman við rúsdrekka, “fest og farver” og at fara í býin.

- Hetta fyllir rættiliga nógv í hagtølunum. Tað henda tí eisini fleiri óhapp fríggjadag-leygardag, enn annars, sigur stjórin í ráðnum, Anders Rosbo.

Tað er kortini ein einstakur dagur um vikuskiftið, har ferðslumentanin er munandi øðrvísi enn vanligt, nevniliga sunnudagurin. Henda dagin vórðu nevniliga skrásett einans 2345 ferðsluóhapp í miðal.

- Tað er ikki uttan orsøk, at ein tosar um tað at koyra “sunnudagstúr”. Hesi hava ikki sama skund sum onnur, tí virksemið sunnudag krevur ikki at ein allatíðina skal hyggja eftir klokkuni.

- Tað er í lagi at koma 15 minuttir ov seint til ein kaffimunn ein sunnudag. Samstundis eru fólk meiri í friði ein sunnudag, so tað er ikki eins nógv ferðsla á vegunum, vísir Jytte Ørum Nørup á.