Størstu íløgur til skúlar og røktarheim

Á eyka býráðsfundi í gjárkvøldið samtykti Tórshavnar býráð fíggjarætlanina fyri 2011, har tilsamans 108,8 miljónir krónur eru íløgur. Meginparturin av íløgunum hjá Tórshavnar kommunu í komandi ári fara til skúlarnar í kommununi. Talan er serliga um nýggja skúlan á Argjum og so til nýggja Boðanesheimið.

Av samlaða íløgukarminum upp á 108,8 miljónir krónur, fara 32 miljónir til nýggja skúlan á Argjahamri, og 22 miljónir til Boðanesheimið. Serliga henda seinna verkætlanin hevur drigið út, men nú verður sagt í viðmerkingunum til fíggjarætlanina, at spakin ætlandi verður settur í heilt skjótt.

Raksturin hjá Tórshavnar kommunu í 2011 er mettur til 491,6 miljónir krónur, og miðað verður eftir fleiri tilboðum til familjur, børn og ung. Eisini verður sagt, at ungdómsarbeiðið skal raðfestast høgt, og víst verður til virksemið á Margarinfabrikkini.

Ungdómsvirksemið í Hoyvík og í Nólsoy verður eisini nevnt, og miðað verður eftir at bjóða líknandi tilboð aðrastaðni í kommununi, eitt nú í Kollafirði og á Norðasta Horni.

- Børn og ung skulu hava bestu umstøður at takast við og gerast dugnaligari innan tónleikalist, og tí byrjar í 2011 projektering av einum nýggjum musikkskúla. Áhugin fyri tónleiki og at fáa tónleikafrálæru er stórur, og tað ger ein nýggjan musikkskúla aktuellan fyri nógvar familjur og borgarar, verður sagt í viðmerkingunum.

Miðbýurin tykist eisini vera eitt hjartamál hjá sitandi samgongu í høvuðsstaðnum, og ætlanin er eitt nú at byggja eina trappu millum Vaglið og Tórsgøtu.