Stórt jólatiltak í Sørvági

tíðindaskriv

10. flokkur í Sørvágs Skúla skipar fyri stórum jólatiltaki tann 10. december. Tiltakið varir allan dagin, og um náttina er dansur. Ókeypis er at koyra gjøgnum Vágatunnilin



10. dec verður eitt stórt tiltak úti á skúlanum í Sørvági. À skránni er mangt og hvat m.a barnakonsert við Jørgen og Jákup, gandakallinum Rógvi Dam og klovnar verða við. Jólamaðurin kemur sjálv­andi á vitjan. Talan er um ein ordiligan Jólamann, leggja fyrireikararnir dent á.
Eisini verður Jólasøla av heimagjørdum lutum. Tór­fríð og Dánjal syngja jólaløg. Dánjal situr við klaverið.
Hjá teimum, sum hava hug at fara til handils ella bara hyggja seg um í Vágum uttan børn, eru ráð fyri tí, tí skipað verður fyri barnaansing ímóti einum ávísum gjaldi. Kaffi og lagkøka o.a verður at fáa allan dagin.
Byrjað verður kl 10.00. og væntandi endar hesin part­urin av tiltakinum umleið kl  21.00.
Um kvøldið verður dansur í bio-høllini við Sámal Ravnsfjall og co.
Skrá 
Kl. 10.00 Barnaansing og spælistovan lata upp í gomlu høll.( 25 kr um tíman um børnini skulu ansast )
Kl. 11.00 Matsølan letur upp.
Kl. 12.00 Jólasølan byrjar.
Kl. 15.00 Barnakoncert  v/  Jørgin og Jákup. Linda og Jónleyg lutaka eisini.
Kl. 16.00 Gandakallurin Rógvi Dam vísir síni kynstur
Kl. 17.00 Sørvágs Tónleikarfelag spælir jólaløg
Kl. 18.00 Jólamaðurin vitjar og Torkil lesur jólaævintír.
Kl. 18.30 Tórfríð syngur jólaløg.
Kl.19.30 Ungdómskórið syngur.

Atgongumerkið á 50 kr. Fyri Vaksin og 25 fyri børn er samstundis lutaseðil, har vinningurin er tvey  gávukort á kr. 500,- frá Statoil.)

Kl. 24.00 - 04.00 Dansur í bio-høllini  við Sámal Ranvsfjall og Jóan Jakku Guttesen. Kostnaður  120,- kr. Eisini verður søla av breyði.