Stórt tiltak í Klaksvík er avlýst

Í fjør vóru yvir 50 tiltøk á skránni og eini 4.000 fólk vóru við

Nú er avgjørt, at torradagarnir, sum plagdu vera í Klaksvík, eru avlýstir í ár. Tað upplýsir Klaksvíkar Býráð.

Seinnu árini hava nógv ymisk tiltøk verið á torradøgunum, og í fjør vóru 56 tiltøk av ymsum slagi, á skrá, bæði framsýningar, framløgur, konsertir, kaféir og annað, og felagsnevnarin hevur verið, at sjóvinnan hevur verið miðdepilin. Og tilsamans vóru eini 4.000 fólk við til tey ymsu tiltøkini á torradøgunum í fjør.

Men býráðið sigur, at nú er gongdin við Koronu er so ivasom, og harafturat metir landslæknin eisini, at tann bretski varianturin, sum smittar sera illa, kann koma hendavegin. Og tí er avgerð tikin um, at torradagarnir, sum annars skuldu vera 15. – 21. februar, ikki verða í ár.