Stórt ungdómstiltak í Badmintonhøllini

Amerikonsku hjúnini, Dan og Suzie Potter, sum ferðast kring allan knøttin og luttaka á kristiligum tiltøkum fyri ung og ungdómsleiðarar, vera í Klaksvík í vikuskiftinum. Stórt tiltak verður í vikuskiftinum í Badmintonhøllini í Klaksvík.

Dan og Suzie Potter úr USA fara at taka lut. Tey ferðast kring allan knøttin og luttaka í kristiligum tiltøkum fyri ung og skipa fyri skeiðum og fundum fyri ungdómsleiðarar. Eitt nú plaga tey at taka lut í TeenStreet tiltøkunum í Týsklandi, sum OM skipar fyri, og sum fleiri hundrað føroyskir ungdómar seinastu árini hava tikið lut í.

Ungdómsmøti vera fríggjakvøldið og leygarkvøldið og seinnapartin sunnudagin. Leygardagin verður skipað fyri seminari fyri teimum, ið hava áhuga fyri at gera íløgur í komandi ættarlið, sum fyrireikararnir orða tað.

Her verður hugsað um prestar, samkomuleiðarar, ungdómsleiðarar, foreldur og tey, sum annars arbeiða saman við og millum ung.

Tað er føroyska deildin av OM trúboðanarfelagsskapinum, sum í samstarvi við samkomur skipar fyri tiltakinum.