Stórur biti hjá gøtumonnum

Fótbóltur: Ungverskur fótbóltur er framvegis eyðkendur av stórum bóltførleika, og gestirnir hjá GÍ teljast ímillum teir bestu

Gøtumenn fara heilt víst at gera sítt besta, tá teir í kvøld klokkan 19 frenna inn á grasvøllin á Svangaskarði. Og tað er ikki heilt óhugsandi, at tað fer at bera til at fáa eitt hampuligt úrslit. Føroyingar hava eina ferð áður roynt seg ímóti ungverjum í Europa Cup, og tað var rættuliga undirhaldandi, tá KÍ í fjør bjóðaði Ujpest av. Klaksvíkingar høvdu tapt 6-0 á útivølli, og hóast tað var sera stórur fjáltur á teimum har niðri, og avrikið var langt undir tí, teir áttu at kunna framt, so var undirhaldið á heimavølli gott. KÍ tapti 3-2, men tá tað restaði eitt stórt korter, vóru teir á odda 2-1, og tað var spennandi.

Áskoðararnir kunnu vóna, at GÍ fer at megna tað sama, men tað kann roknast við, at hugburðurin hjá ungverska liðnum í kvøld verður rættur, tí talan er um fyrru royndina, og teir vilja tryggja sær góða útgangsstøðu, áðrenn returdystin í Bukarest um tvær vikur.

Jóhan Nielsen, venjarin hjá GÍ, er ein sera jarðbundin venjari, og hann plagar ikki at billa sær inn, at nakað føroyskt lið kann røkka langt í Europa Cup.

? Vit taka hetta sum eitt upplivilsi, og skuldi tað gingið væl, so taka vit tað sum eitt upplivilsi afturat, plagar hann at siga. Men hetta skal ikki skiljast soleiðis, at GÍ venjarin ikki tekur uppgávuna í stórum álvara, tí tað ger hann, m.a. við at syrgja fyri innliti í spælaratilfar og spælistíl hjá mótstøðuliðnum.


Nógvar royndir

Á liðnum, sum lendi í Vágum í gjár, eru sjey spælarar skrásettir fyri landsdystir. Mest royndi spælarin er miðvallarin Bela Illes, sum er 30 ára gamal og hevur spælt 40 landsdystir og skorað níggju mál. Í landskappingini er hann skrásettur fyri 300 dystir, og hann hevur skorað 100 mál.

Verjuspælarin Tamas Szekeres er komin á landsliðið fyri stuttum. Hann er 25 ára gamal, og hann hevur spælt tveir landsdystir.


Í toppinum

Ungverskur fótbóltur er ikki tað, hann var fyri einum mansaldri síðani. Landsliðið hevur staðið seg illa, m.a. komu teir ikki við í HM endaspælið í Fraklandi, og tað er langt frá avrikunum, sum teir sýndu í fimti árunum, tá tað var fullkomuliga óvæntað, at teir í 1954 taptu HM finaluna ímóti Vesturtýskalandi.

Síðani jarntjaldið fall, eru nógvir av bestu spælarunum farnir vestur um at spæla. Orsøkin til at teir fara er tann, at pengarnir og møguleikarnir fyri stórari inntøku eru nógv størri í Vestureuropa, enn teir eru í Eystureuropa. Hetta ger seg eisini galdandi fyri ungverskar spælarar, sjálvt um menningin av Ungarn hevur gingið væl skjótari, enn hon hevur gingið í flsestu av hinum eystureuropeisku londunum.

Vit kenna onkur nøvn á ungarskum liðum, sum hava staðið seg væl og eru komin í Europa Cup fyri meistaralið, m.a. Ferencvaros. Hetta liðið telist millum toppliðini í Ungarn, men at mótstøðuliðið hjá GÍ ikki stendur so nógv aftanfyri, bera úrslitini í triðja umfari í landskappingini, sum var avgreitt síðsta vikuskifti, boð um. MTK var á útivølli ímóti Ferencvaros, og úrslitið var 2-2. Frammanundan høvdu hesi bæði liðini vunnið báðar dystirnar. Tað hevði Ujpest, sum KÍ spældi ímóti í fjør, eisini gjørt. Sunnudagin vunnu teir 3-2, og nú eru teir einsamallir á odda við MTK og Ferencvaros beint í hølunum.