Stórur eldur í stearinfabrikk

Beint fyri klokkan 9 danska tíð fekk Nordsjællands politi fráboðan um, at eldur var komin í eina stearinfabrikk í Smørum.

Fleiri av berandi veggunum eru falnir, og innsatsleiðarin sigur við ekstrabladet.dk, at enn fær hann ikki úttala seg um útbreiðsluna av eldinum.

Tað er hinvegin greitt, at ein stór royksoyla stendur yvir Smørum.

Brandliðið hevur biðið um hjálp frá fýra-fimm øðrum Falckstøðum, sum nú royna at fáa tamarhald á eldinum.

Fyri tíma síðani hevði tað ikki eydnast at fáa tamarhald á eldinum.

- Teir stríðast nú fyri at forða fyri, at eldurin breiðir seg til eina høll, ið liggur við síðuna av bygninginum, har eldurin byrjaði, sigur vaktleiðarin á Nordsjællands Politi, Palle Jørgensen, við ekstrabladet. dk.