Norðmenn hátíðarhildu í gjár, at hundrað ár vóru liðin, síðani ríkiseindin ímillum Noreg og Svøríki bleiv upployst.
Í tí sambandi hevði amerikanski herflotin sent flogberan "Saipan" til Oslo at taka lut í hátíðarhaldinum. Skipið er bygt í sjeytiárunum, men er nútímansgjørt við allari nútímans tøkni. Tað hevur umleið 30 flogfør og tyrlur, og 1.800 mans eru við skipinum.
Men tað eru ikki bara menn við "Saipan", tí Donna M. Looney er skipari. Hon er ikki bara skipari á "Saipan", men stendur á odda fyri einari flotadeild, sum umfatar tveir aðrar flogberar umframt nøkur smærri herskip. Hetta var aðru ferð, at hon var á flotavitjan í Noregi. Fyrru ferð var fyri tjúgu árum síðani, tá hon var við einum herskipi, sum legði at í Bergen.