Fótbóltur
Føroyska landsliðið niðri í Rumenia í gjárkvøldið var rættiliga nógv øðrvísi mannað, enn føroyska liðið var tað, tá ið Rumenia vitjaði á Tórsvølli 10. september í fjør.
Føroyska liðið, sum síðsta heyst legði rygg til 1-0 heimatap, var mannað soleiðis: Jákup Mikkelsen – Pætur Dam Jacobsen, Egil á Bø, Jón Rói Jacobsen, Johan Troest Davidsen – Jákup á Borg, Mikkjal Thomassen, Atli Danielsen, Símun Samuelsen – Andrew av Fløtum, Christian Høgni Jacobsen.
Í útidystinum 14. oktober 2009 vóru tað bara fimm av hesum, sum vóru millum teir fyrstu ellivu – Jákup Mikkelsen, Egil á Bø, Jákup á Borg, Atli Danielsen og Símun Samuelsen.
At útskiftingarnar hava verið so nógvar kemst millum annað av, at tveir spælarar, sum í fjør vóru fastir menn á liðnum, eru givnir. Talan er um Jón Róa Jacobsen og Mikkjal Thomassen. Tað kemst eisini av, at Fróði Benjaminsen, sum leingi hevur verið fastur maður á liðnum, var leikbannaður, tá ið Rumenia vitjaði í Føroyum.
Tríggir spælarar vórðu skiftir inn, tá ið Rumenia vitjaði á Tórsvølli. Teir vóru Andreas Lava Olsen, Bogi Løkin og Bartal Eliasen. Hesir vóru allir við í ferðalagnum í Rumenia ígjár. Bogi Løkin varð skiftur inn, Bartal Eliasen var á beinkinum alla tíðina, og Andreas Lava Olsen var ein av teimum fýra, sum tað ikki var pláss fyri á beinkinum.