Skráin var drúgv, tá Heðin Mortensen á odda fyri parti av umsitingini bjóðaði nólsoyingum til kunnandi fund í bygdarhúsinum í gjárkvøldið.
Býararkitekturin, havnameistarin, býarstjórin og leiðarin á sosialu deild vóru millum embætisfólkið, og teir greiddu frá hvør í sínum lagi um sítt serliga øki.
Ikki færi enn 13 punkt vóru á skránni, og tað tók tríggjar tímar at koma ígjøgnum tey øll. Har er so tað at siga, at fleiri »stórmál« vóru millum punktini, eitt nú nýggj Rita, sjúkraflutningur, tilhald og svimjihylurin.
Ein arbeiðsbólkur hevur fingist við málið um nýggja ferju til Nólsoyar, og greiddi Jákup av Skarði frá tí, ið higartil er hent í málinum. Á fundinum vóru fleiri ynskir sett fram í sambandi við nýggja Ritu, eitt nú at møguleiki bleiv fyri at fáa størri bilar til Nólsoyar, til dømis við tilfari og olju. Eisini var eitt sindur røtt um, hvussu tað kundi ávirka bygdina, um persónbilar fóru at koyra í nólsoyar geilum.
Upplýst var annars, at verkætlanin skal verða liðug í januar komandi, meðan skipið helst kann setast í sigling í 2009.
Sjúkraflutningurin
Eitt mál, ið arbeitt hevur verið við í eina tíð nú, er tilhald fyri eldri. Kommunan ognaði sær í fjør vár eini sethús, sum við ávísum ábøtum og umbygging verður hildið væl egnað til endamálið.
Eisini skal heimahjálpin hava skrivstovu í húsunum umframt goymslu, og hartil skulu kommunulæknarnir eisini hava hølið í húsunum.
Og júst kommunulæknarnir saman við sjúkraflutninginum fingu nógva umrøðu. Skipanin sigur, at kommunulæknarnir upp á skift skulu vitja í Nólsoy aðruhvørja viku, men hetta hevur víst seg at virka serdeilis illa, tí fleiri kommunulæknar yvirhalda ikki hesa avtaluna. Hetta er tó nakað, sum kommunulæknafelagið hevur lovað at fingið í rættlag.
Somuleiðis var tosað um sjúkraflutningin. Avtalan við bátarnar hjá Skipasmiðjuni varð søgd upp í 2005, og síðani skuldi tyrlan taka sær av øllum sjúkraflutningi uttan fyri dagtímarnar. Nú er gamla avtalan tó fingin í lag aftur, og tað er ein tryggleiki, tí ikki altíð eru flúgvilíkindi hjá tyrluni.
Ung í arbeiði
Skúlin fekk eisini nakað av umrøðu og víst var á, at við nýggja barnagarðinum, sum verður mettur at vera eitt stórt prýði fyri bygdina, er skúlin vónleyst avoldaður og treingir til stórar ábøtur.
Víst var serliga á, at serstovurnar eru ikki nútímans eins og fimleikahøllin ikki kann nýtast til nakað sum helst, tí hon er alt ov lítil.
Svimjihylurin fekk eisini umrøðu, og víst var á, at um tað ikki eydnaðist at fáa hann innilokaðan sum skjótast, er stórur vandi fyri, at tað, sum higartil er gjørt, fer fyri skjeyti. Róð hevur eisini verið upp undir, at kommunan yvirtekur verkætlanina, so hylurin kann fáast liðugur.
Ætlanin er eisini at gera nógv burtur úr tiltakinum ung í arbeiði. Hetta er tiltak ætlað at aktivera ungdómar frá 14 ár og uppeftir. Tvær milliónir eru settar av í ár, og ætlanin er at aktivera enn fleiri enn tey 200, sum tóku lut í fjør. Í Nólsoy verður hugsað um at gera ábøtur á gøtuna út á Borðuna sum ein møguleiki.
Tosað var eisini um onnur ting, eitt nú girðing um fótbóltsvøllin, møguleiki fyri tyrlupalli, leysgangandi hundum – og endaði Ronald Poulsen við at greiða frá ætlanunum um nýggja kloakkskipan í Nólsoy.