Stórur áhugi fyri fíggjarmagnatum

Um eitthundrað áhoyrarar høvdu leitað sær niðan í Norðurlandahúsið at hoyra norsku stjórarnar siga frá royndum sínum innan norska fíggjarheimin

Tey vóru har. Elitan innan føroyskt vinnulív. Umframt fleiri onnur eisini.

Í fleng kunnu vit nevna Poul Mohr, Jákup Sólstein, Bjarti Mohr, Gunnar Mohr, Meinhard Jacobsen... Onkrir politikarar, nøkur bankafólk – og so Heðin Mortensen.

Øll lurtaðu við andakt, bert smávegis avbrotin av hissini fartelefonum, sum ringdu í ótíð. Tilkomnir menn, sum av gloymsku høvdu latið hana verið tendraða, og sum í febrilskheit ikki fingu sløkt hana, so hon ringdi út.

Men norsku gestarøðararnir tóku alt við »ophøjet ro« sum danir taka til. Gjørdist skramblið av telefonum ov hart, bíðaðu teir siðiligir, til mannamúgvan aftur untist at hoyra teir.

Eftir báðar fyrilestrarnar var dúgliga spurt, og tað vóru áhugaverdir og viðkomandi spurningar, tí hetta var skilafólk, ið sat og lýddi á í Klingdruni hendan dagin.

Gestirnir báðir, Øyvind Birkeland frá DnB NOR og Helge Leiro Baadstad frá Gjensidige, góvu sær góðar stundir at svara, og svarini vóru útdýpandi og greið.

Aftaná, at Gunnar í Liða hevði takkað gestarøðarum og áhoyrarum, var »som sig hør og bør« bjóða til pinnamat og okkurt leskandi afturvið. Og har gekk prátið dúgliga í góða løtu. Øll tóktust nøgd, og hví ikki. Góðir fyrilestrar, uttan at ein tann einasti so mikið sum geispaði, pinnamatur við víni – ein góður máti at enda arbeiðsvikuna uppá. Ein góður máti at byrja vikuskiftið uppá.