Stórur áhugi fyri føroyskum leikarum

Framúr avrikið hjá føroyska U-17 landsliðnum í Finnlandi herfyri ber nú við sær, at sannur gravgangur er eftir framtíðar stjørnunum í føroyskum fótbólti
Tað var sjálvsagt fyrst og fremst 1-0 sigurin á Danmark, sum seinni vann NM-kappingina, sum vakti ans millum mongu talent-skótarnar, sum vóru til staðar, tá NM-kappingin fór fram.
Hesir eru vanliga nógvir í tali, og fleiri teirra hava í øllum førum skrivað sær føroysk nøvn í blokkin.
Sum Sosialurin skilir, so er talan í fleiri førum um heilt konkretan áhuga fyri leikarum, men tað hevur enn ikki borið okkum til at staðfesta, hvørji feløg og leikarar talan er um. Men meira verður ivaleyst at frætta um hetta seinni.