Stórur kjakfundur um fiski­vinnu­pol­i­tikk­in

Í annaðkvøld, hóskvøldið 15. august, klokkan 19 fara Bjørn Kunoy, Dr. (løg­frøð­ing­ur í Utt­an­rík­is­tæn­ast­uni) og Hans Elll­ef­sen, PhD í bú­skapi at greiða frá »Ó­semj­ur um býti av ferð­andi fiska­stovn­um: Al­tjóð­a­rætt­ar­lig atlit” og “Betri mil­l­um­tjóða avtalur við spæli­teori.«

Fundurin verður í Skúla­num við Ósánna.

Síðani verður eitt pall­borð mann­að av Kaj Leo Holm Jo­hann­e­sen, løg­manni, Jacob Vestergaard, lands­­stýr­­i­s­manni í fiski­vinn­u­­mál­um, Sjúrður Skaale, fólk­a­tings­lim­ur, Pól Huus Sólstein, stjóri í North Pelagic, Bjørn Kun­oy, utt­an­rík­is­tænastan og Hans Ellef­sen, PhD í bú­skapi.

Kjakast verður um makrel- og sild­a­stríði millum Føroyar, Ís­­land, Norra og ES og høvi ver­­ð­­u­r at seta spurningar úr sali­­num.

Skrá fyri fundin
FRAMLØGA 15-20 min.
Dr. Bjørn Kunoy, løg­frøð­i­ligur ráðgevi í Utt­an­rík­is­tæn­astuni
»Ósemjur um býti av ferð­andi fiskastovnum: Al­tjóð­a­rætt­ar­lig atlit«

FRAMLØGA 15 – 20 min.
Hans Ellefesen, PhD í bú­skapi
Betri millumtjóða avtalur við spæliteori
Hann vardi fyri kortum PhD ritgerða á Sydansk Un­i­­vers­itet “Essays on Strategic Man­­ag­­­ement of Shared Fish Stocks Applied to the Pelagic Com­­plex in the North East At­lantic”, har hugt var at av­tal­­unum um pelagiskan fisk í Norðuratlantshavi, serliga um sild, makrel og svartkjaft.

Fok­­us­ið í ritgerðini er at hyggja at stabilitetinum av av­talunum, hvussu avtalur kunna gerast, ið halda yvir tíð.
Panelborð:

Kaj Leo Jóhannesen,
løg­mað­ur

Jacob Vestergaard,
lands­stý­r­i­smað­ur í fiskivinnumálum.

Sjúrður Skaale,
fólka­tings­limur

Pól Huus Sólstein,
stjóri í NorthPelagic

Bjørn Kunoy,
uttanríkistænastan

Hans Ellefesen,
PhD