Stórur skaði á Nomatek

Umleið 25% av tekjuni reiv í gjárkvøldið, og leivdirnar slongdust í hegnunum heim eftir móti býnum

Tað stóð og gapaði út í tóman heim.
- Tað var um 19 tíðina í gjár, at eg bleiv uppringdur og fekk at vita, at stórur partur av takinum var farið í nógva vindinum, greiðir Jákup Magnussen frá.
Tað vísti seg, at takið var farið í einum hvørtur um Kemilux og niður í garðin hjá Gasssøluni. Kemilux var tó ikki sloppið heilt snikkaleyst, tí flúgvandi takparturin hevði rakt í takið á Kemilux, sum myndin vísir.
- Tað var ein skelkur at møta til arbeiðis í morgun. Sveisiapparatini liggja yviri í einum horni og gerast neyvan til sveisiapparat aftur. Tað rennur úr loftinum í fleiri støðum, sigur tann eini arbeiðsmaurin.
Hann hevði hoyrt um skaðan í gjárkvøldið, men vildi ikki trúgva tí.
- Tað er lítið hugaligt at møta her í morgun. Og vit standa eisini við einari rúgvu av arbeiðum, sum vit nú einki fáa gjørt við, so tað er óheppi, bæði so og so, leggur hann aftrat.
Teir standa og tosa um, hvussu frægast er at gera og semjast um, at fara niðan til Balslev at keypa tvær kraftigar presendingar og loka so mikið fyri, sum tað nú einaferð ber til.
- Eg havi verið í samband við tryggingina, og havi fingið loyvi til at loka fyri sum frægast, sigur Jákup Magnussen.
Tað er sonurin, Ragnar Magnussen, ið er stjóri á Nomatek.
Undarligt nokk høvdu teir ljós úti á Nomatek í morgun, men teir høvdu sligið releið frá inn í høllina, har arbeitt verður.
Tað hevur verið ein øgiligur vindur, sum hevur rivið stóran part av takinum av og lyft tað upp um Kemilux og yvir í garðin hjá Gasssøluni.
- Tað sá ikki gott út í morgun, staðfestir Jákup Magnussen.