Seinnu árini hevur áhugin fyri fótbólti verið stórur og framvegis økjandi á Eiði, í Sundalagnum og annars í bygdunum úr Tjørnuvík og suður til Kollafjarðar og kring Funningsfjørð og vestur til Saksunar.
Orsøkin hevur verið eyðsýnd. Í staðin fyri støðugt at vera í vanda fyri at flyta millum bestu og næstbestu deildina, so hevur EB/Streymur megnað at blandað seg í kappingina um heiðursmerkini.
Í fyrraárið endaði EB/Streymur á sætta plássi, og í fjør endaðu teir á fimta plássi, ið var besta endastøðuan, sum felagsliðið nakrantíð hevur megnað. Bæði árini vóru teir leingi við í kappingini um heiðursmerkini, men í síðstu umførunum hilnaðist tað ikki so væl, sum tað frammanundan hevði gjørt.
- Í ár halda vit okkum vera uppaftur betri fyri, enn vit hava verið tey bæði undanfarnu árini, hóast vit hava mist tríggjar spælarar, sum allir hava tænt felagnum væl. Eg hugsi her um Sonna L. Petersen, Jákup Martin Joensen og Andrzej Pacek. Vit hava fingið ein framrættaðan spælara úr Póllandi, Rafal Kwiecinski, og so eru tað fleiri av ungu monnunum, sum eru uppvaksnir í felagnum, og sum ikki áður hava roynt seg á besta liðnum, sum í venjingardystunum hava víst seg at vera rættuliga væl fyri. Nógvir av stuðulsspælarunum eru framvegis rættuliga ungir. Royndirnar seinastu árini hava búnað teir, og alt hetta tilsaman vænta vit eigur at vera gott grundarlag fyri, at okkara lið hevur møguleika at megna uppaftur meiri, enn tað hevur víst tey bæði seinastu árini.
Tað er formaðurin í EB/Streymi, Rólant Højsted, sum greiðir frá. Hann hevur verið formaður í felagnum síðani 2003, og hann hevur greiðar meiningar um, hvat tað eru fyri viðurskifti og umstøður, sum eru orsøk til, at liðið hjá teimum í Sundalagnum og á Eiði av mongum verður mett sum upplagt boð upp á heiðursmerkjapláss:
- Fleiri lutir hava búnað hesa gongdina. Nú eru tað longu mong ár síðani, at eldsálir her í økinum fóru undir at røkta blaðungar spælarar. Teir teljast nú millum stuðlarnar, og hóast tað verður nippað í teir úr ymsum herðashornum, so hava teir verið trúfastir móti sínum egna felag, sum teir avgjørdir vilja vinna okkurt við. Vit hava í Piotr Krakowski góðan venjara, sum nú hevur fingið stuðul í Sámali Erik Hentze, ið er hjálparvenjari. Tey eru mong, sum leggja rygg til at lyfta felagið, og teir spælararnir, sum eru komnir til okkara aðra staðni frá bæði úr útlandinum og aðra staðni frá í Føroyum leggja alla orku í. Alt hetta ber við sær, at vit næstan ikki hava tol at bíða eftir avbjóðingunum. Í steypakappingini taptu vit longu í 2. umfari í fjør 1-0 á heimavølli móti B68. Í ár ætla vit okkum at røkka longri í steypakappingini.
Hvussu langt vænta tit at røkka í landskappingini?
- Vit halda, at liðið er betri nú, enn tað var fyri einum ári síðani. Serligan týdning hevur tað, at vit hava fleiri spælarar, sum kunnu skiftast inn, uttan at tað í flestu førum fer at bera við sær, at liðið viknar. René Tórgarð og Gunnar á Steig, sum var skaddur størsta partin av árinum í fjør, kappast um plássið millum stólparnar, og tað er eisini kapping um flestu av hinum plássunum.
Tvey tey seinastu árini hava tit kjálkast fram ímóti heiðursmerkjaplássunum. Hvat er tað, sum ger, at tú og tit halda, at tað skal eydnast í ár, sum ikki hevur eydnast tvey tey seinastu árini?
- Eg havi longu nevnt, at royndirnar tvey tey seinastu árini, tá ið tað kiksaði at halda tørn um fremstu plássini, eiga at koma okkum til góða nú. Í fyrraárið áttu vit tveir teir bestu málskjúttarnar í deildini. Tá kiksaðu vit eitt nú á heimavølli móti GÍ (1-1), sum stríddist fyri at sleppa undan niðurflyting, og tað var ógvuliga keðiligt, tá ið vit taptu 2-0 móti B36 og VB á Mølini. Tað var bara eitt stig fram til fjórða plássið, og tað vóru fimm stig til bronsuplássið, sum Skála vann. Tað gjørdu teir, tí teir vunnu 1-0 á Eiði í síðsta umfarinum. Um vit høvdu havt vunnið ta ferðina, so vóru tað vit og ikki skálamenn, sum vunnu bronsu.
Og í fjør?
- Tá endaðu vit eitt pláss hægri enn í fyrraárið, men í stigum vóru vit longri frá bronsuplássinum. Í fjør hilnaðist tað langt frá so væl hjá teimum báðum fremstu, sum tað gjørdi í fyrraárið. Sorin Anghel fekk gongd á málskjótingina fram ímóti kappingarenda. Vit vóna, at tað fer at hilnast væl hjá honum og hinum har frammi í ár. Og so hava royndirnar vónandi við sær, at vit ikki gera býttislig mistøk, sum vit fleiri ferðir gjørdu í fjør. Tá taptu vit 3-0 og spældu 1-1 á Sevmýri, og vit megnaðu ikki meiri enn 2-2 og 1-1 á heimavølli móti ávikavíst ÍF og VB. Tá endastøðan hjá hesum feløgunum verður havd í huga, so mugu úrslitini roknast sum kiksarar. Høvdu vit ikki kiksað í sovornum uppgerðum, so høvdu vit vunnið heiðursmerkir. Í næstsíðsta umfarinum taptu vit 1-0 á heimavølli móti Skála. Hetta var endurtøka av avgerandi uppgerð og úrsliti á heimavølli móti Skála fram móti kappingarenda. Nú eiga royndirnar at hava lært okkum at vera omaná í avgerandi og harvið nervapirrandi uppgerðum, sigur Rólant Højsted, sum eisini vísir á, at tað var kostnaðarmikið, at teir eftir tíggju uppgerðir fóru av vøllinum við einum stigi.
Felagskenslan stóran týnding
Fólkatrot og ynski um at skapa fyritreytir at kappast í toppinum hevur seinastu árini verið orsøk til, at feløg í fleiri økjum kring landið eru farin í samstarv um besta liðið eitt nú í Vágum og í Suðuroy hevur verið tosað um fusiónir.
Formaðurin í EB/Streymi heldur, at tað hevur havt avgerandi týdning hjá teimum, at teir hava lagt liðini hjá EB og Streymi saman frá teimum minstu og í øllum aldursbólkum.
- Tað er í yngstu árgangunum, at felagskenslan vaknar. Vit halda, at tað hevði ikki verið gagnligt, um spælararnir og fólkið í økinum sum heild knýtti seg til bæði feløgini og ikki til felagsliðið. Nú er eingin ivi. Vit eru øll EB/Streymarar, staðfestir Róland Højsted.
Hvar fara tit at spæla heimadystirnar?
- Sammett við undanfarnu árini verður eingin broyting. Heimavøllurin hjá EB/Streymi verður á Mølini á Eiði. Tá ið umstøðurnar í Streymnesi vera til kappingar, er ætlanin, at tað eisini skal spælast har. Men enn er hetta ikki aktuelt, tí umstøðurnar kring vøllin liva ikki enn upp til tað, sum myndugleikarnir krevja.
Spenningurin í Sundalagnum er stórur. Gongdin tey bæði undanfarnu árini hevur verið soleiðis, at tað av røttum verður roknað meiri við EB/Streymi sum boð upp á heiðursmerkini, enn tað higartil hevur verið. Nú skulu spælararnir vísa, hvussu teir megna at liva upp til vónirnar og dreymarnar.