Stórur steypadagur hjá teimum yngru

Fótbóltur: Tey ungu høvdu somu karmar sum tey vaksnu, tá ið stóri steypafinaludagurin var nú um vikuskiftið. Framtíðarleikarar okkara bóltaðu sær í góðveðrinum frammanfyri hópin av áskoðarum og øllum tí, sum tilhoyrir einari finalu.

Klaksvík bestu U14-gentur
Tað er ikki einans í vaksnamannafótbóltinum hjá kvinnum, at KÍ stendur seg væl. Nógv bendir á, at tær eisini fara at hava eitt gott lið í framtíðini, tí steypavinnarar hjá U14-gentum gjørdist nevniliga eisini KÍ.
Finaluna vunnu klaksvíksgentur eftir eina sera tætta og spennandi finalu ímóti B36, sum eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1-1. Evy á Lakjuni legði KÍ á odda í fyrra hálvleiki, men Katarina Høj javnaði fyri B36 í seinna hálvleiki. KÍ og Amanda Johannesen fingu avgerandi málið stutt eftir at longda leiktíðin var byrjað, og við 2-1-sigri kundu tær fegnast um steypasigurin.

Elsa skeyt fyrsta málið
HB eigur fyrsta steypavinnaran á nýggja graslíkinum á Tórsvølli. Hetta gjørdist greitt tá ið U17-genturnar hjá HB vunnu tryggan 3-0-sigur á KÍ í fyrsta dystinum á stóra finaludegnum. Hann varð leiktur kl.17.30 fríggjakvøldið.
Elsa Splidt Jacobsen legði HB á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið hon skeyt eitt hornaspark beinleiðis í málið. Hetta var somuleiðis fyrsta málið á nýggja graslíkinum á Tórsvølli. Tað vóru ikki nógvir málmøguleikar í fyrra hálvleiki, men HB var neyvari og slapp til hálvleiks á odda 1-0.
Seinni hálvleikur var bara tríggjar minuttir gamal, tá ið KÍ-málverjin fór skeiv av einum bólti og Milja R. Simonsen kom ímillum. Hon legði bóltin lættliga í málið til 2-0 til HB.
13 minuttir fyri leiklok staðfesti Elsa Splidt Jacobsen ein tryggan 3-0-sigur til HB, tá ið hon langaði eitt langskot í handara málhorn.
HB spældi sum heild betur og serliga í verjupartinum stóðu tær so væl og hildu KÍ burturi frá málmøguleikum.

Raskir víkingar
Í U14 hjá dreingjum var ein greiður vinnari. Tað var nevniliga Víkingur, um við 5-1-sigri ímóti EB/Streymi ongan iva lat vera. Við tveimum frálíka væl greiddum langskotum syrgdi Annbjørn Svensson fyri, at Víkingur slapp til hálvleiks á odda 2-0. EB/Streymur bardi seg inn aftur í dystin í seinna hálvleiki, og tá ið teir minkaðu til 2-1 var stórur spenningur í.
Henda spenningin tók Víkingur tó skjótt úr aftur dystinum. Fannhard Skoradal, sum spældi ein sera góðan dyst á miðvøllinum, legði eftir einmansavrik Víking á odda 3-1, áðrenn Adrian Justinussen og Pætur Kristiansen við einum máli hvør syrgdu fyri, at Víkingur vann finaluna heili 5-1.

NSÍ vann U16
Hjá U16-dreingjum var talan somuleiðis um ein greiðan sigur. NSÍ lat ongan iva vera og vann 6-2 ímóti FC Suðuroy. Tíðliga í dystinum legði NSÍ seg á odda 2-0 við málum frá Andriasi Poulsen og Betuel Hansen. Hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan. Eina løtu í seinna hálvleiki fekk NSÍ trý mál innan fáar minuttir. Betuel Hansen økti til 3-0 áðrenn Andrias Poulsen við tveimum málum gjørdi tað til 5-0. Meinhard Olsen gjørdi tað til 6-0 áðrenn FC Suðuroy við einum leikara færri fekk pyntað um við tveimum málum. Ari K. Poulsen og Salmundur Bech skutu hesi málini.
Ímóti dystarenda fekk FC Suðuroy eitt reytt kort afturat. NSÍ-sigurin var ongantíð í vanda og NSÍ vann greitt 6-2.