Stórur stykismunur

Ein av kappingarneytunum hjá KÍ um meistaraheitið, B36, fekk bert javnt í Vágum, og hevur tískil fingið ringa byrjan á kappingarárið

Eftir at tvey umfør eru leikt í kvinnudeildini, kann tað róliga staðfestast, at tað tykist vera rættiliga stórur munur á botni og oddi. KÍ-kvinnurnar hava leikt tveir dystir ímóti feløgum, sum helst fara at mynda botnin í deildini, og higartil hava klaksvíkskvinnur ikki skotið færrienn tjúgu mál í tveimum dystum.
Tað er ikki nógv fráliðið í kappingini, men hesi hagtøl eru ræðandi, og neyvan mennandi fyri føroyskan kvinnufótbólt.

B36 ringa byrjan
B36 var undan kappingini mett at vera ein kappingarneytunum hjá KÍ um gullmerkini, men higartil hevur havnarliðið staðið seg illa.
Annan páskadag vóru tær í Miðvági og vitjaðu FS Vágar, og heldur óvæntað endaði dysturin við málleysum javnleiki. Úr Vágum verður sagt, at dysturin ikki var ein av teimum betru, og at langt var millum málmøguleikarnar.
B36 var tættast við at ogna sær tey trý stigini, men vantandi nærlagni frammanfyri málinum hevði við sær, at dysturin endaði við javnleiki.

KÍ sannførandi
Á Krossinum í Sumba, hevði Sumba vitjan av greipuvinnarunum úr Klaksvík. KÍ vann heili 9-0, og hevur í teimum fyrstu umførunum ikki skotið færri enn tjúgu mál. Dysturin var einvegis ferðsla, og úrslitið prógvaði enn einaferð, at stórur munur er á oddi og botni í kvinnudeildini.

B68 vann
Á Svangaskarði brustu B68 og GÍ saman. GÍ var frammanfyri tvær ferðir í dystinum, men kortini vóru tað toftakvinnur, ið drógu longsta strái. Dysturin endaði 3-2 til B68, eftir hálvleiksstøðuna 1-0 til GÍ. Av Toftum verður sagt, at dysturin var rótutur, og lítið skipað spæl var at síggja .

Tveir útsettir dyst
Eins og í fyrsta umfarið vóru bert tríggir dystir avgreiddir í kvinnudeildini. Sum skilst, so hevur B71 trupulleikar at mannað lið, og tí hava teir ikki spælt nakran dyst enn. Tað sama er galdandi á Argjum, har fleiri av leikararunum eru uttanlands, og tí hava tær heldur ikki leikt nakran dyst enn


2.umfar í tølum:

B68-Gí 3-2 (0-1)
0-1 Heidi Heinesen
1-1 Maibritt Olsen
1-2 Hansa Mikkelsen
2-2 Mary-Ann Isaksen
3-2 Elin Jacobsen

FS Vágar-B36 0-0 (0-0)

Sumba-KÍ 0-9 (0-4)
0-1 Vivian Bjartalíð
0-2 Malena Josephsen
0-3 Bára S. Klakstein
0-4 Rannvá Andreasen
0-5 Vivian Bjartalíð
0-6 Bára S. Klakstein
0-7 Maria við Neyst
0-8 Maria við Neyst
0-9 Vivian Bjartalíð

HB-AB útsettur

EB/Streymur-B71 útsettur