Staðið byrjar aftur

Ymiskt nýtt verður á skránni í vetur, men hildið verður eisini fast í summum tiltøkum, sum eitt nú tónleikatýskvøldinum, har til ber at fáa frálæru í tónleiki og samanspæli

- Vit vóna, at tit hava havt eitt framúr gott summar – nú er stundin komin at hittast aftur!

 

Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu í dag.

 

Her verður lagt aftrat, at í kvøld letur Staðið upp aftur fyri ungdóminum eftir at hava verið í summarfrí.

 

- Pauli Magnussen og hini dugnaligu starvsfólkini á Staðnum gleða seg at síggja øll aftur til ein vetur á tremur við hugna, tónleiki, kreativiteti, spølum og nógv meira.

 

Staðið hevur opið hvørt gerandiskvøld, undantikið mánakvøld, umframt nøkur útvald leygarkvøld. Hvønn týsdag verður opið fyri teimum yngru børnunum. 

 

Ymiskt nýtt verður á skránni í vetur, sum verður kunngjørt so hvørt.

 

- Hildið verður tó fast í summum tiltøkum, eitt nú vælumtókta pannukøkuhóskvøldinum og tónleikatýskvøldinum, har til ber at fáa frálæru í tónleiki og samanspæli.

 

Upplatingartíðirnar hjá Staðnum eru hesar:

 

Týsdagar kl. 15-18: 4.- 6. flokkur (frá 1. september)

 

Týsdagar kl. 19-22: 6. flokkur til 18 ár

 

Mikudagar kl. 19-22: 6. flokkur til 18 ár

 

Hósdagar kl. 19-22: 7. flokkur til 18 ár

 

Fríggjadagar kl. 19-01.00: 7. flokkur til 18 ár