Av og á bera fjølmiðlarnir okkum søgur um, hvussu hørð korini eru hjá støkum uppihaldarum í Føroyum. Ikki er langt síðani, at vit í Útvarpi Føroya hoyrdu eina staka mammu greiða frá, hvussu torført tað var at fáa endarnar at røkka saman. Seinasta søgan er at lesa í Dimmu mikudagin 13. august, har ein støk mamma sigur sína søgu um, at hon nú ongan annan útveg hevur enn at flyta av landinum.
Í ólavsøkurøðu síni endurgav løgmaður Jóannes Eidesgaard so vakurt Graham Bell fyri at hava sagt, at tá ein hurð fer í lás, fer onnur upp á bak. Tíverri sær tað út til, at tann nýopnaða hurðin hjá okkara støku uppihaldarum er ein einvegis ferðaseðil til Danmarkar. Fyri alla familjuna. Hetta er syrgiligt. Fyri eitt samfelag, hvørs fólkavøkstur at kalla stendur í stað. Fyri tær mammur, sum ongan annan útveg hava enn at flyta. Allarsyrgiligast er tað fyri teirra børn, sum av neyð verða skrødd upp úr heimliga umhvørvinum.
Í røðu síni á ólavsøku hevði løgmaður sjálvandi eisini nøkur orð við á vegnum um kvinnurnar, ið búgva uttanlands, og sum skulu heimaftur. Kvinnutrotið í Føroyum hevur jú verið eitt heitt evni í almenna kjakinum seinastu tíðina, ikki minst í valstríðnum. Á ólavsøku hoyrdu vit sostatt løgmann siga, at tá ein ung kvinna situr uttanlands og umhugsar at flyta heim aftur, skal hon síggja land okkara sum ein miðdepil við góðum og vælvirkandi vælferðartænastum.
Spurningurin er so, hví hendan unga kvinnan skal tíma aftur til Føroya. Gamaní fær hon møguleika at koyra biltúr gjøgnum undirsjóvartunlar ella søkja arbeiði á sendistovum í Moskva og New York. Men tað verður nokk torført at sannføra hana um, at Føroyar eru eitt samfelag við góðum og vælvirkandi vælferðartænastum.
Politiskar raðfestingar
Eftir valið í 2004 fór miðfyrisitingin úr 9 aðalráðnum niður á 7. Millum annað varð Heilsumálaráðið lagt saman við Almannamálaráðnum. Um hetta var ein røtt avgerð, veit eg ikki. Men kanska hevði verið longri millum keðiligu søgurnar um heilsuverkið, um hetta fekk hægri politiska raðfesting.
Og eftir valið í 2008 heldur øll samgongan, at føroyska samfelagið skal brúka pengar til eitt Uttanríkisráð. Uttan at nakar hevur mælt eitt neiligt orð, hava vit 49.000 føroyingar nú brádliga 8 aðalráð, har vit tey seinastu fýra árini hava havt sjey.
Eisini hava vit eftir øllum at døma ráð til eina nýggja nevnd í løgtinginum, sum skal taka sær av stjórnarskipanini.
Meðan tað er ógjørligt at finna pening á fíggjarlógini til virðiligar vælferðartænastur, ið høvdu gjørt stóran mun í gerandisdegnum hjá nógvum av okkara støku uppihaldarum og øðrum borgarum, ið hava tørv á hesum.
Hvat tørvar okkum?
Nú tørvar okkum Tróndar skarpa vit, Sigmunds bjarta hjartalit og Sverris vilja sum stál. Við hesum orðum, leysliga endurgivin úr sanginum Hvørjum man tykja vakurt hjá sær eftir Fríðrik Petersen, endar løgmaður ólavsøkurøðuna 2008. Hesar reystu kappar munnu vit øll hava hoyrt um, síðani vit byrjaðu í 1. flokki í fólkaskúlanum. Um teirra persónligu eginleikar eru ynskiligir fyri okkum føroyingar, veldst um tulking av søgu og um eyguni, sum síggja. Tað er bert harmiligt, at løgmaður ikki hirðir at nevna eitt einasta konufólk í síni uppreksan av ynskiligum fyrimyndum hjá føroyska fólkinum. Hóast kvinnur síðani landnámið hava búð í Føroyum, eru teirra avrik og eginleikar at kalla ósjónlig í søguskriving, í tjóðarskaldskapi og eyðsýniliga eisini í høvdinum hjá løgmanni og hjá teimum, sum ráðgeva honum í at skriva røður. Kann hetta vera ein av mongum orsøkum til, at so nógvar kvinnur ikki trívast í hesum samfelagnum?
Og hvussu við kvinnunum?
Tað var hugaligt at síggja tingið og landsstýrið savnast á ólavssøku. Endiliga vóru eisini kvinnur at síggja millum politikararnar í skrúðgonguni úr dómkirkjuni í tingið.
Onkur hevur sagt, at tað ongantíð hava verið so nógvar kvinnur á tingi sum nú, og at tosið kortini ongantíð hevur snúð seg so nógv um tunlar sum nú. Er tað so nakað endamál at arbeiða fyri at fáa fleiri kvinnur upp í politikk?
Sum Beinta í Jákupsstovu, granskari, hevur víst á, hava kanningar víst, at størri munur er á raðfestingum millum kvinnur og menn, enn millum ymiskar politiskar flokkar – borgarligar og sosialistiskar. Kvinnur raðfesta mál sum skúla, barnagarð, mentan og heilsu- og almannamál hægri enn vinnumál, vegir og annað byggivirksemi, og menninir beint øvugt.
Eftir valið í januar í ár komu 8 kvinnur á ting. So í 2008 er kynsbýtið í tinginum sløk 25 prosent av konufólki, og góð 75 prosent av mannfólki. Spurningurin er, um hetta kynsbýtið er nøktandi, um fólk ynskja broytingar á politisku dagsskránni, so at Føroyar veruliga skulu mennast til tað nútímans vælferðarsamfelagið, sum øll siga seg vilja hava.
Við einum javnari kynsbýti fáa tær støku mammurnar, sum eru illa fyri í dagsins samfelag, og allir aðrir borgarar, sum uppliva ein fíggjarliga strævnan gerandisdag, við tíðini vónandi eina sterkari rødd í politisku raðfestingunum og í stríðnum um, hvussu fíggjarlógin skal brúkast. Sum tunlar, uttanríkismál og heit luft hava tað í dag.