Starv
Tann 24. september byrjaði Max Degn í Haraldsstovu í starvi sum deildarleiðari fyri Sjóbjargingarstøðini MRCC Tórshavn og Tórshavnar Radio.
Fleiri umsøkjarar vóru til starvið, ið varð lýst leyst í mai mánaða í ár.
- Tá eg meira av tilvild sá lýsingina um leysa starvið, sigldi eg sum yvirstýrimaður við bingjuskipum hjá A.P. Møller. Eg eri 41 ára gamal og helt, at skuldi eg søkja eitt starv uppi á landi, skuldi tað vera nú. Ikki tí; mær dámdi ógvuliga væl at sigla hjá A.P. Møller, har eg annars havi siglt sum yvirmaður seinastu 10 árini.
Luktaði saltvatn
Max heldur, at um hann skuldi fara upp á land at arbeiða, so skuldi starvið helst hava okkurt við sjógvin at gera.
- Eg helt, at starvslýsingin um deildarleiðarastarvið sá ógvuliga spennandi út – og hon ”luktaði” av saltvatni, sum hann tekur til.
Hann ásannar kortini, at tað er ikki tað sama at sita sum deildarleiðari á MRCC Tórshavn og Tórshavnar Radio sum at sigla sum yvirmaður í danska handilsflotanum.
Max hevði verið heima í seks dagar, tá hann byrjaði í nýggja starvinum við Tinghúsvegin.
- Jú, her hevur verið nógv at gera, og tað hava verið nógv viðurskifti, sum eg skal seta meg inn í. Men eg trívist ógvuliga væl, og mær dámar hetta starvið. Fólk eru fyrikomandi, dugnalig og hjálpsom.
Siglt øll árini
Max og konan, Ingvør, búgva í Havn. Tey eiga tvey børn.
- Mamma mín er úr Sandavági, og haðani kemur eftirnavnið. Pápin er dani, og eg búði í Danmark í frá tí, eg var 7 ára gamalur, til eg var 20. Tá eg kom heimaftur til Føroya, var eg blivin studentur í Danmark.
Max hevur faktist siglt alt sítt vaksna lív.
- Eg byrjaði at sigla í 1986, tá eg hevði fingið studentsprógvið og flutti heimaftur, og skúlaskipið var rækjutrolarin Høgifossur úr Sandavági.
Hann sigldi við fiskiskipum tey næstu árini, og í 1992 tók hann eina útbúgving sum fiskitøkningur í Esbjerg.
Seinni fór hann upp á skipsføraraskúla og gjørdist skipsførari í 1996.
- Tá eg hevði fingið skipsføraraprógvið, fór eg út at sigla og havi siglt hjá A.P. Møller seinastu 10 árini, tey seinastu seks árini sum yvirstýrimaður við bingjuskipum hjá felagnum, sigur hann.
Høvuðsuppgávan
Max Degn sigur, at dagligu uppgávurnar á stovnunum eru fleiri, men høvuðsuppgávan hjá honum sum deildarleiðari á Sjóbjargingarstøðini MRCC Tórshavn og Tórshavnar Radio er at leiða og fordeila arbeiði og at tryggja, at støðirnar altíð eru mannaðar.
- Vit hava skyldu til at hava lurtivakt eftir møguligum neyðarkallum á Tórshavnar Radio, tí eitt og hvørt neyðarkall , sum skuldi komið, kemur til okkara. Vit hava soleiðis altíð vakt á Tórshavnar Radio og á Sjóbjargingarstøðini MRCC Tórshavn, sigur hann.
Síðan Anni á Hædd segði seg úr starvinum sum leiðari fyri Tilbúgvingarstovninum, hevur stjórin á Fiskiveiðieftirlitinum, Elmar Højgaard, sitið sum fyribilsleiðari á stovninum.
Søkt er eftir nýggjum leiðara til Tilbúgvingarstovnin, og umsóknarfreistin er úti.
Samstarvsavtala
- Sum nú er, liggur mítt starv í fyrsta lagi undir Elmari Højgaard, men tá nýggjur leiðari er settur, komi eg at arbeiða undir honum, sigur hann.
Max Degn vísir á, at MRCC Tórshavn hevur samstarvsavtalu við Fiskiveiðieftirlitið um skipini hjá teimum, og tí eru hann og leiðarin fyri Fiskiveiðieftirlitið í tøttum samstarvi.
- Tað er jú skipini hjá Fiskiveiðieftirlitinum, vit brúka, tá okkurt er á vási, leggur hann aftrat.
Skrivstovan hjá Max Degn í Haraldsstovu er á gomlu Telegrafstøðini við Tinghúsvegin, har MRCC Tórshavn og Tórshavnar Radio halda til.