Starvsfólkatrot innan røktar- og umsorganarøkini

Starvsfólkatrotið innan røktar- og umsorganarøkini er eins stórt ella størri í okkara grannalondum, sum tað er í Føroyum.

 

Har eru heilsuskúlarnir nógvir í tali og geografiskt spjaddir, men starvsfólkatrotið er tað sama ella størri.

 

Hví, tá tað er so lætt atkomuligt til útbúgvingarnar?

 

Tað er altso ov lætt og ábyrgdarleyst bara at melda seg inn í grátikórið, sum vil vera við, at staðsetingin av Heilsuskúla Føroya er einasta orsøk til starvsfólkatrotið innan røktar – og umsorganarøkið.

 

Trupulleikin er nógv meira kompleksur og samansettur enn so.

 

Hví verður ljós ikki varpað á starvsfólkatrotið frá ymiskum sjónarhornum?

 

Einki verður tosað ella skrivað um tey mongu, sum hava nomið sær útbúgving á Heilsuskúla Føroya, men sum ikki arbeiða innan viðkomandi økið.

 

Hví gera tey ikki tað?

 

Kann tað hugsast, at arbeiðsumstøðurnar ikki eru nóg góðar?

 

Verða starvsfólkini sædd, hoyrd og vird av leiðslunum?

 

Kann tað hugsast, at virðingin hjá okkum øllum fyri hesum størvum er ov lág?

 

Hvussu er trivnaðurin hjá starvsfólkunum?

 

Hvussu er normeringin?

 

Vit hava nærum einki arbeiðsloysið í Føroyum í dag. Verður eldraøkið tilvitað valt frá, tí tað er lætt at fáa onnur størv, har arbeiðsumstøðurnar eru øðrvísi og møguliga meira nøktandi?

 

Lønarlyftið, sum Javnaðarflokkurin fór til val upp og sum er partur av samgonguskjalinum, er framt.

 

Løgtingið hevur samtykt løn undir útbúgving til næmingar á Heilsuskúla Føroya, sum taka útbúgvingina eftir ávísum treytum, men tó er enn langt á mál fyri at nøkta starsvfólkatørvin.

 

Latið okkum í felag royna at loysa veruligu avbjóðingarnar.

 

Latið okkum í felag brúka orkuna uppá at finna loysnir og taka ábyrgd, so tað verður meira lokkandi at arbeiða innan røktar- og umsorganarøkini við tí tign, sum tað hevur uppiborðið.

 

Heilsuskúli Føroya tekur ábyrgd og fer í næstum undir 2 nýggjar, smidligar útbúgvingarleistir fyri heilsurøktarar og førleikamettar heilsuhjálparar, har lærarar av Heilsuskúla Føroya fara til meginøkið at undirvísa royndum hjálparfólkum.