Stefan slapp á vøllin seinastu løtuna

Sligo Rovers tapti greitt fyri St. Patrick´s

Fyri bert aðru ferð í átta dystum hjá Sligo Rovers í bestu írsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið slapp Stefan Radosavljevic á vøllin.

 

Sligo Rovers tapti í kvøld 0-3 fyri St. Patrick´s á útivølli. Í steðginum var heimaliðið á odda 2-0.

 

Við støðuna 2-0, tá átta minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini slapp Stefan á vøllin, men lítlu løtu seinni økti heimaliðið til 3-0.

 

Sligo hevur saman við Shamrock Rovers og Derry City 12 stig. Tey trý liðini eru átta stig aftanfyri oddaliðið, Shelbourne sum er greitt á odda í deildini við 20 stigum. 

 

Komandi leygarkvøld klokkan 19.45 tekur Sligo móti Galway á heimavølli. 

 

Stefan hevur tíverri, sambært hagtølunum bert spælt 29 minuttir fyri Sligo Rovers hetta kappingarárið.