Stendur orð móti orði

- Eg eri sum formaður í FSF ikki kunnaður um hetta mál yvirhøvur, og tá ið eg fekk kunnleika til tað seinasta mikudag, tvs. 21. okt 2009 , innkallaði eg starvsnevndina beinanvegin.

- Eingin í starvsnevndini visti av hesum máli. Vit viðgjørdu málið hósdagin og fríggjadagin, og var tað aftur á dagsskrá í gjár. Tað hevur ikki eydnast mær at fáa fatur á øllum skjølunum í málinum enn, hóast málið er komið undan kavi, av tí ein meiriluti í starvsnevndini stuðlar aðalskrivaranum, og hevur biðið meg geva honum arbeiðsfrið.

 

Soleiðis skrivar Høgni í Stórustovu millum annað í brævi til formenninar í føroysku fótbóltsfeløgunum.

 

Ísak Mikladal, aðalskrivari, sigur hinvegin, at hann hevur kunnað nevndina um tað, sum er farið fram í málinum. Hetta varð gjørt á starvsnevndarfundi tann 21. mai, sigur hann, og undan hesum hevði hann eisini kunnað forsetan, sigur aðalskrivarin.

 

Uppáhaldið hjá Ísaki Mikladal verður eisini stuðlað av øðrum nevndarlimum.