Step On The Gas ov stutt

Lagið Step On The Gas hjá Lenu gjørdist ov stutt til Tjecklistan. Lagið er nógv at hoyra í donskum útvarpið fyri tíðina, og royndi seg á Tjecklistanum hjá DR P3 í seinastu viku. Men Tá sendingin var í luftini í gjár, gjørdist greitt, at Lena varð ov stutt.

Mew við lagnum The Zookepers Boy liggur nummar eitt á listanum, og fýra av eykaløgunum sluppu inn á listan, hesi vóru: Outlandish við Look Into My Eyes, D:A:D við Hey Now, Bloodhound Gang við Foxtrot Uniform Charlie Kilo og Jokeren við Rastløs.
Tjecklisten verður sendur hvønn sunnudag á størstu donsku útvarpsrásini P3. Listin hevur 20 løg og 10 eykaløg hvørja viku, tað eru lurtararnir, ið atkvøða um løgini, atkvøtt verður við telduposti.