Komandi arbeiðsgevarin hjá Inga hevur nakað so óvanligt sum eina kvinnu í stjórastólinum. Í Birmingham er tað nevnliga Karren Brady, sum situr í stjórastólinum, og tað hevur hon gjørt nú í nøkur ár. Upprunaliga var hon fyrsta kvinna, sum sat í slíkum starvi í Onglandi, men nú eru tó einstakar aðrar eisini komnar á somu hill.
Eitt kuriosum í hesum sambandi er annars, at Karren er gift við fótbóltsspælaranum, Paul Pescisolido. Hann spældi eitt skift við Birmingham, men tá hann ikki megnaði at vinna sær pláss í álopinum hjá liðnum, hevði frúan bara eitt at gera. Hon selda mannin hjá sær til Derby!
Men hóast hetta, so gongur hjúnarlagið framvegis væl. Karran og Paul eru lukkuliga gift, og saman hava tey tvey børn.