Sterk vísindalig próvførsla fyri samansettari venjing

Magni Mohr er dekanur á professari á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum (Foto: Finnur Justinussen) Mynd: setur.fo

Stóru fólkasjúkurnar eiga at fyribyrgjast og viðgerast við samansettari kropsligari venjing. Tað vísir nýggj vísindalig metaanalysu-yvirlitsgrein, sum Fróðskaparsetur Føroya er partur av.

 

Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetrinum, hevur saman við øðrum útgivið eina størri metanalysugrein, sum byggir á netverkshagfrøði í amerikanska tíðarritinum Circulation: Cardiovascular Quality and Outcomes.

 

Hetta skrivar setur.fo.

 

Greinin, sum ber heitið “Comparative Efficacy of 5 Exercise Types on Cardiometabolic Health in Overweight and Obese Adults: A Systematic Review and Network MetaAnalysis of 81 Randomized Controlled Trials”, er skrivað saman við fleiri av fremstu granskarunum úr Grikkalandi, Englandi, USA og Danmark.

 

Greinin er ein sokallað netverks-metaanalysa-yvirlitsgrein, sum greinar altjóða vísindaligu útgávurnar fyri at finna fram tær sterku kanningar av, hvussu ymisk sløg av kropsligari venjing ávirka ymiskar tættir, sum annars hava við sær stóru fólkasjúkurnar hjá teimum við ov nógvum kropsfeitti.

 

Funnar vórðu 81 vísindaligar greinar, sum luku strongu krøvini fyri vísindaliga dygd og granskingarháttalag. Síðani varð netverks- og metaanalysuhagfrøði nýtt fyri at greina, hvat slag av venjing er munadyggast, tá tað snýr seg um váðar fyri stóru hjartasjúkunum, og hvussu hesir váðar eru samantvinnaðir.

 

Víst varð, at fleirtáttað venjing (venjing, har bæði treystis- og styrkisvenjing verða gjørd) og sokallað hybridvenjing (samantvinnað venjing, sum vit kenna frá bóltspølunum) var munadyggari enn treystis-, styrkis- og intervalvenjing einsamøll, tá hugt varð eftir størstu váðunum fyri stór fólkasjúkunum.

 

Intervalvenjing vísir seg eisini at vera góð fyri at betra nakrar tættir, meðan minst munadygg var treystisvenjing og styrkisvenjing, tá tær hesar standa einsamallar, skrivar setur.fo.

 

##med2##

 

Myndin vísir tey venjingarsløg, sum eru kannað. INT; intervalvenjing, RT; styrkisvenjing, CET; treystisvenjing, CT; samansett-venjing; HYB; hybridvenjing. Samsett venjing er munadyggast, og hybridvenjing er næstbest fyri at betra hjarta-lungu-venjingarstøðu, kropssamanseting, blóðtrýst, blóðsukurtamarhald og kolesterol/feitt í blóðinum

 

- Vit hava leingi vitað, at fleiri av stóru hjartasjúkunum, sum eru tær, sum flest fólk doyggja av í heiminum, hava tætt samband við kropsligt óvirkni og yvirvekt. Vit vita eisini, at grundirnar eru samansettar og fleirtáttaðar sum t.d. ov nógv kropsfeitt, ov høgt blóðtrýst, ov nógv kolesterol og feitt í blóðinum, niðursett tamarhald av blóðsukrinum og vánalig kropslig venjingarstøða. Metaanalysan er tann sterkasta vísindaliga próvførslan, sum er, og vit vísa í okkara kanning greitt, at fólk við ov nógvum kropsfeitti eiga at gera samansetta venjing, har bæði styrkis- og treystisvenjing verða samantvinnað (tvs. gjørdar saman, sum t.d. eina ferð um vikuna styrkisvenjing og tvær ferð treystisvenjing ella øvut, sum m.a. kann gerast á venjingarmiðstøðum, ella gera tað, vit kalla “hybridvenjing”, sum er tann venjing bóltspølini og ketjaraspølini í sjálvum sær eru, sigur Magni Mohr, professari á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya.

 

- Sundhedsstyrlsen viðurkennir í eini frágreiðing frá 2018, at 31 kroniskar sjúkur eiga partvíst at viðgerast við kropsligari venjing, men í praksis eru vit tíverri ikki komin har enn, hóast vit í stóran mun hava amboðini og vitanina. Okkara nýggja grein veitir sterka próvførslu fyri, hvørji sløg av kropsligari venjing eru best í mun til mest týðandi váðarnar fyri stóru fólkasjúkunum. Tí eru hesi úrslitini týðandi, tá tað ræður um fyribyrging av t.d. hjartasjúkum og typu 2-diabetes, men kanningin veitir eisini nýggja vitan um, hvørjir sløg av kropsligari venjing hóska seg best til ávísar sjúklingabólkar, sigur Magni Mohr.

 

Úrtak úr greinini kann lesast her.

 

 

 

 

 

Magni Mohr er dekanur á professari á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum (Foto: Finnur Justinussen) Mynd: setur.fo