Sterkari nevndir – nýggj altjóða nevndarútbúgving kemur til Føroya

Føroyar fáa nú eina skipaða og altjóða viðurkenda nevndarútbúgving. Endamálið er at styrkja og professionalisera nevndararbeiði í føroyskum fyritøkum og stovnum.

Tíðindaskriv:

 

Við útbúgvingini frá Board Institute fáa føroyskir nevndarlimir møguleikan at menna sínar førleikar á høgum altjóða støði.

 

Útbúgvingin er ætlað bæði verandi og komandi nevndarlimum í stórum og smáum fyritøkum, almennum stovnum, partafeløgum og felagsskapum av øllum slag. Samstundis er útbúgvingin eisini sera viðkomandi fyri stjórar, leiðarar og íverksetarar, sum ikki hava royndir í nevndararbeiði, men sum arbeiða strategiskt og vilja styrkja sína fatan av leiðslu og strategiskum avgerðum. Í einum heimi, har krøv og karmar broytast skjótt, er tað umráðandi hjá bæði leiðarum og nevndarlimum at halda seg fakliga dagførd og støðugt menna sínar førleikar.

 

Í sambandi við útbúgvingina, sum verður hildin í Føroyum 26.–28. oktobur 2026, verður eitt kunningartiltak fyri øllum áhugaðum á Hilton Garden Inn 20. mai kl. 19.30.

 

Nevndir sita við einum av mest avgerandi leiklutunum í føroyskum fyritøkum og stovnum. Tær seta kós, hava eftirlit og taka avgerðir, sum ávirka bæði menning, virðisskapan og váða. Í einum alsamt meira kompleksum og broytiligum heimi verða størri krøv eisini sett til nevndir og førleikar hjá nevndarlimum.

 

Útbúgvingin gevur luttakarum ítøkilig amboð og praktiskar førleikar, sum kunnu brúkast beinleiðis í nevndararbeiðinum. Dentur verður lagdur á veruligar støður og kjak, so læringin verður viðkomandi og beinleiðis nýtilig. Útbúgvingin hevur serligt fokus á strategiska leiðslu og virðisskapan, fíggjarliga fatan og váðastýring, governance og ábyrgd, umframt samstarv og effektivt nevndararbeiði.

 

Board Institute er ein altjóða útbúgvingarstovnur, sum arbeiðir fyri at menna og professionalisera nevndir og nevndarlimir. Gjøgnum sína útbúgving og ráðgeving stuðlar stovnurin undir betri leiðslu og burðardyggari menning í organisatiónum.

 

Á myndini eru Jutta Helgadóttir, stigtakari, saman við Thoru Augustinussen og umboðum frá Board Institute.