Stevna Landsstýrinum fyri at fáa pengarnar aftu

? Vit halda okkum hava eina góða sak og tí hava vit mælt 25 kommunum til at stevna landsstýrinum, sigur Eivind Jacobsen, bygdaráðsformaður á Strondum

 

Stevning


? Vit halda, at tað er rætt at stevna Landsstýrinum. Og tað hava vit eisini mælt kommununum til at gera.

Eivind Jacobsen, bygdaráðsformaður á Strondum, sigur, at nú er neyvan nakar ivi um longur, at fleiri føroyskar kommunur fara at stevna Landsstýrinum.

Tær finna seg ikki í, at Landsstýrið brúkti pening úr Kommunala Veðhaldsgrunninum at sanera tær ringast staddu kommunurnar við.

? Tað vóru ikki allar kommunur, sum høvdu givið Landsstýrinum tilsøgn um at brúka peningin úr veðhaldsgrunninum at sanera kommunuskuld við. Og summar høvdu enntá noktað fyri tí, sigur Eivind Jacobsen.

? Tí halda vit, at tað er ólóglig ognartøka, tá ið Landsstýrið ger tað kortini og tí vilja vit hava peningin aftur.

Tað var beinanvegin eftir at kommunurnar vórðu saneraðar, at tað bleiv greitt, at fleiri kommunur funnu seg ikki í hesum.

Tær høvdu fund um málið og valdu Anfinn Brekkstein, bygdaráðsformann á Velbastað, Sofus Johannesen, bygdaráðsformann við Gjógv og Eivind Jacobsen at arbeiða víðari við málinum.


Onki úrslit

Eivind Jacobsen sigur, at síðani hevur arbeiðsbólkurin havt fund við landsstýrið um málið.

? Landsstýrið tvíheldur um, at tað hevði rætt til at brúka peningin.

Hann sigur, at arbeiðsbólkurin er ikki samdur við Landsstýrið í hesum.

? Vit halda okkum hava eina sera góða sak og tí halda vit, at tað er rætt at stevna.

Hann sigur,at arbeiðsbólkurin og sakførarin, halda, at allar fortreytir eru fyri at vinna eina slíka sak.

Hann sigur, at arbeiðsbólkurin hevur nú í hesi vikuni skrivað kommununum bræv, har mælt verður til at stevna Landsstýrinum. Saman við brævinum liggur eitt upskot um, hvussu stevningin skal orðast.

Ætlanin er so, at kommurnar skulu viðgera málið og boðað arbeiðsbólkinum frá niðurstøðuni.

Tilsamans eru tað 25 kommunur, sum halda seg hava verið fyri órætti. Tilsamans áttu tær einar 30- 35 milliónir í kommunala veðhaldsgrunnin um og tær krevja tær nú at fáa aftur.

Eivind Jacobsen veit ikki, hvussu nógvar kommunur fara at stevna í fyrstu syftu.

Men tað skilst á honum, at summar kommunur hava longu samtykt at stevna. Millum teirra er hansara egna kommuna, Sjóvar Kommuna, sum átti eina millión í grunninum.

Men endamálið er at fáa málið fyri rættin fyri at fáa eina avgerð. Avgerðin skapar so fordømi, sum kemur at umfata allar kommunurnar,

Hann sigur, at ein týðandi orsøk til stevningina er, at kommunurnar vilja hava staðfest, um tað ber til hjá Landsstýrinum at bera seg soleiðis at.

? Hetta er hent einaferð at Landsstýrið tekur kommunalan pening at brúka til endamál, sum kommunurnar ikki hava givið tilsøgn um. Og tað kann henda einaferð afturat. Tí vilja vit hava endaliga staðfest, um tað yvirhøvur ber til, sigur hann.