Eftirlønir
Nú er tolið uppi við landsstýrinum!
Samráðingarbólkurin, sum nú í meiri enn fýra ár hevur samráðst við landsstýrið um ognarrættin til tryggingarfelagið LÍV, ásannar nú, at tað kemst ikki longur við samráðingum.
Tí hevur bólkurin nú kallað nevndirnar í teimum 13 fakfeløgunum, sum hann umboðar, til fund.
À hesum fundinum skulu nevndirnar taka støðu til nøkur ítøkilig tilmælið frá bólkinum.
Eitt tilmælið hjá arbeiðsbólkinum er at landsstýrið verður stevnt við kravi um, at tryggingartakararnir fáa LÍV aftur og eitt annað tilmæli er útvega tryggingartakarunum aðrar tryggingarmøguleikar enn LÌV.
Tryggingartakararnir ivast nevniliga ikki í, at tað eru tryggingartakararnir, sum eiga LÌV og at landsstýrið sostatt ikki hevði ognarrættin til tað, tá ið tað varð gjørt til alment partafelag í 1999.
Tað førdi til, at fekfeløgini, sum umboða tryggingartakarar í LÍV, gjørdu eitt samtak, sum skuldi royna at fáa LÍV aftur.
Samtakið valdi síðani ein samráðingarbólk, sum nú í fýra ár hevur roynt at fáa eina samráðingarloysn við landsstýrið.
Men tað hevur so ikki eydnast.
Leyp frá avtaluni
Fyri stuttum helt bólkurin seg tó hava fingið eina semju við landsstýrið.
Men síðani er landsstýrið lopið fra semjuni og hevur tvørturímóti boðað bólkinum frá, at tað er ikki sinnað at gera semju yvirhøvur, sigur arbeiðsbólkurin í fundarfráboðanini til tey 13 fakfeløgini.
Í skrivi frá løgmanni og landsstýrismanninum í vinnumálum sigur landsstýrið, at tað hevur eina politiska ætlan við LÍV.
Men samstundis ger landsstýrið greitt, at hetta er ikki eitt mál, har ið landsstýrið ger serliga avtalu, sigur bólkurin eisini í fundarfráboðanini .
Landsstýrið boðar eisini frá, at tað er ikki sinnað at víkja frá fyrningarfreistini, sum er fimm ár
Sostatt er fyrningarfreistin úti 21. desember í ár og tí er neyðugt at stevna áðrenn tað.
Og tað mælir samráðingrbólkurin til at gera, tí hann sær ikki fleiri møguleikar fyri eini samráðingarloysn við landsstýrið.
Stovna nýtt tryggingarfelag
Samráðingarbólkurin hjá samtakinum av fakfeløgum er nú so misnøgdur við landsstýrið, at hann vil rætt og slætt hava tey 13 fakfeløgini í samtakinum at taka støðu til at finna aðrar møguleikar fyri at skipa eftirlønartryggingar enn ígjøgnum LÍV, sum kann geva limunum frægari sømdir.
Tað kann gerast við at stovna ein heilt nýggjan eftirlønargrunn ella við at seta eftirlønartryggingina í okkurt annað felag antin í Føroyum, ella uttanlands.
Ein trupulleiki við hesum er, at skulu eftirlønirnar takast úr LÍV, skal eitt rættiliga stórt avgjald betalast afturfyri.
Tí heldur bólkurin eisini, at samband eigur at verða tikið upp við politiska myndugleikan um at broyta lógirnar so at tað letur seg gera frítt at velja tryggingarfelag.
Bólkurin heldur, at skal LÍV einskiljast, eiga reglarnar eisini at gerast so, at tryggingartakararnir hava ein veruligan marknað at velja ímillum, uttan at tað skal kosta teimum tað hvíta út úr eygunum at skifta felag.
? Sum er, fer týðandi gjald burtur av áognini, velur tryggingartakari at taka uppsparda peningin út til tess at fara í aðra skipan. Aðrastaðni - millum annað í Danmark - eru tilmæli um at tillaga lóggávuna, so tryggingartakarin kann standa frítt at velja millum og skifta millum skipanir uttan at vera fyri missi.
? Tað sama er neyðugt í Føroyum, skal veruliga vera talan um frían marknað og ikki monopol á økinum, sigur Arbeiðsbólkurin.
Hann vil eisini hava feløgini at taka støðu til at biðja serfrøðingar metingar av, hvussu nógv tryggingartakararnir hava mist við tað at hava sínar eftirlønir í LÍV.
8000-9000 tryggingartakarar
Tey 13 feløgini í samtakinum, sum nú skulu taka støðu til at stevna landsstýrinum og at stovna eitt nýtt trygginfgarfelag, eru: Búskapar- og Løgfrøðingafelagið, Føroya Fiskimannafelag, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Føroya Postfelag, Føroya Sjúkrahjálparafelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Føroya Verkfrøðingafelag, Magistarafelag Føroya, Maskinmeistarafelagið, Starvsmannafelagið, Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara og Yrkisfelagið Trygdin.
ilsamans umboða tey 8000-9000 tryggingartakarar í Lív so tað er greitt, at vilja tey, og onnur fakfeløg við, onki hava við LÍV at gera framyvir, verður tryggingarfelagið ikki nógv vert í royndunum at einskilja tað.
Samstundis hevur Løgtingið lagt dent á, hvussu umráðandi tað er, at tryggingartakararnir vilja kennast við LÌV.
Í bólkinum hjá samtakinum, sum hesi feløgini hava stovnað at umboða seg í samráðingunum við landsstýrið um Lív, eru Gunnleiv Dalsgarð, Leif Ellingsgaard, Andrias Ziska og Jógvan Mørkøre. Løgfrøðiligur ráðgevari hjá bólkinum er Ingi Højgaard.